Dysturin móti týsku vertunum gjørdist júst so trupul, sum nógv okkara høvdu óttast fyri. Týskland hevur eitt ógvuliga sterkt kvinnulandslið í løtuni.
Tær hava vunnið allar sínar dystir higartil greitt, nú eisini tann fyrsta í miðumfarinum. Kann hugsast, at hetta liðið fer at røkka langt. Hiðani av kommentatorplássunum duga vit illa at síggja, at hvørki Spania ella Montenegro kann gera nakað við hetta týska liðið. Sannlíkindini fyri at tær koma ígjøgnum miðumfari við fullum stigatali er stór.
Føroysku genturnar skulu ásanna at tær møttu yvirvøldini í kvøld og skulu skjótt gloyma henda dystin, og miðsavna seg móti vælsaktans meira menniskjaligari mótstøðu móti ávikavist Serbia og Íslandi hósdagin og leygardagin.
Har eru størri sannlíkindi fyri at Føroyar kunnu geva teimum skarpan gang.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald