Hondbóltur

Stórhøllin í Trier fagnar føroysku fjepparunum

- Ein ótrúlig vika, sum vit fara at minnast í langa tíð, skrivar SWT Arena í dagføring.

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2025-12-01 20:35 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað er ongin ivi um at føroyingar vóru vælkomnir og gjørdu inntrykk hesa vikuna kvinnurnar hava spælt í Trier Arena, ella SWT Arena, sum er veruliga navnið.

Leikhøllin hevur skrivað eina heilsan á Facebook til føroyingar, nú leiðin er gingin víðari í kappingini. Heilsan er nøkulunda soljóðandi:

Farvæl Føroyar

Tríggir dagar við sannari fjepparaveitslu í leikhøllini og okkara pubb. Eftir 36-25 sigurin í seinasta umfari í bólki D, dystinum móti Paraguay, var liðið enntá við til at hátíðarhalda sigurin á @front_of_house_trier.

Ótrúligt. Vit fara at minnast tykkum øll væl í langa tíð. Ein stór tøkk fyri hesa ótrúliga vinarligu vitjanina í Trier, hjartaliga til lukku við at koma víðari til høvuðsumfarið, og alt tað besta restina av kappingini.

Hetta er eisini galdandi fyri liðini úr Montenegro og Spania, sum spældu ímóti hvørjum øðrum í seinna dysti á degnum (26-31).

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder