Mánadagin kunngjørdi Håkan Ericson nøvnini á 21 spælarum, sum skulu við til fyrstu uppgávurnar hjá A-landsliðnum í Nations League 2024-2025.
Sí meira: 21 spælarar á listanum til fyrstu Nations League-dystirnar
Tá varð kunngjørt, at trý pláss stóðu leyst. Nú eru tríggir spælarar úttiknir - men ein hevur eisini givið avboð, boðar Fótbóltssambandið frá.
Brandur Hendriksson Olsen spældi 65 minuttir fyri Fredrikstad sunnudagin, men sambært fsf.fo, er skálvíkingurin vorðin skaddur aftur. Harvið hevur Brandur givið avboð, og er hetta ein smeitur fyri føroyska liðið, sum ikki hevur so nógvar sentralar miðvallarar.
Brandur Hendriksson sum føroyskur liðformaður í venjingardysti í mars. Til Baltic Cup í juni gav Brandur avboð, tí honum tørvaði hvíld. Nú órógvar ein skaði landsliðsúttøkuna hjá dugnaliga miðvallaranum (Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF)
Ein royndur miðverji er aftur. Sonni Ragnar Nattestad hevur spælt 48 landsdystir og var seinast á vøllinum fyri landsliðið í oktober í fjør. Hetta er fyrstu ferð nakrantíð, at ein spælari er úttikin til A-landsliðið hjá monnum, meðan hann spælir við 07 Vestur.
29-ára gamli miðvingurin er nú liðformaður hjá 07 Vestur (Mynd: Sverri Egholm)
Patrik Johannesen byrjaði inni í Moldova í fjør - stutt seinni gjørdist áleyparin skaddur. Tað hevur gingið eitt sindur upp og niður, síðani Patrik kom aftur fyri Breiðablik (Mynd: Sverri Egholm)
Patrik Johannesen og Pætur Petersen eru tiknir út til álopskenda partin afturat. Patrik kom aftur í vetur eftir álvarasaman knæskaða. Tvøramaðurin hevur spælt lítið fyri Breiðablik í seinastuni - ikki spælt meira enn ein tíma síðani fyrst í juli. Hann fekk eina løtu í landsdystunum í juni.
Pætur Petersen hevur eisini verið í íslendskum fótbólti - í ár hevur tað ikki hilnast serliga væl hjá skálvíkinginum í KÍ. Eins og Patrik, hevur álopskendi spælarin tvey mál í kappingarárinum; tó við nakað fleiri minuttum.
Ein málverji skal afturat í hópin. Bíðað verður helst eftir, hvussu tað gongst við venjingarvikuni hjá Mattiasi Lamhauge í Danmark. Hann er við at koma fyri seg eftir skaða.
Hópurin
Teitur Matras Gestsson, HB Tórshavn
Bárður á Reynatrøð, Víkingur
Jóannes Kalsø Danielsen, KÍ Klaksvík
Jann Julin Benjaminsen, B36 Tórshavn
Viljormur Davidsen, HB Tórshavn
Daniel Johansen, Hillerød Fodbold (Danmark)
Andrias Edmundsson, Wisla Plock (Pólland)
Hørður Askham, FC Roskilde (Danmark)
Samuel Johansen Chukwudi, HB Tórshavn
Gunnar Vatnhamar, Víkingur Reykjavík (Ísland)
Arnbjørn Svensson, Víkingur
Sonni Ragnar Nattestad, 07 Vestur
Patrik Johannesen, Breiðablik (Ísland)
René Shaki Joensen, KÍ Klaksvík
Hanus Sørensen, HB Tórshavn
Adrian Justinussen, Hillerød Fodbold (Danmark)
Meinhard Egilsson Olsen, Mjøndalen IF (Noreg)
Sølvi Vatnhamar, Víkingur
Mads Boe Mikkelsen, KÍ Klaksvík
Pætur Petersen, KÍ Klaksvík
Jóan Símun Edmundsson, FC Shkupi (Norðurmakedónia)
Klæmint Andrasson Olsen, NSÍ Runavík
Petur Knudsen, NSÍ Runavík
Leygardagin 7. september klokkan 14 spæla Føroyar og Norðurmakedónia á Tórsvølli. Atgongumerki fáast til keyps í nethandilinum hjá FSF ella á atgongumerki.fo.
Seinni dysturin í hesum umfarinum verður týsdagin 10. september kl. 17:00, tá Lettland tekur ímóti á Skonto Stadion í Riga.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald