Sum Portalurin skrivaði fyrr í dag, so bendi ógvuliga nógv á, at Sonni Ragnar Nattestad fór at skriva sáttmála við 07 Vestur, og í kvøld hevur felagið kunngjørt sín 11. nýggja spælara í vetur.
Steffan Landro segði við Televarpið í vikuskiftinum, at hann ógvuliga gjarna vildi hava Sonna Ragnar Nattestad í hópin, og nú er tað veruleiki: Vágamaðurin er aftur í felagnum, ið hann fór frá til FC Midtjylland í 2012 (Mynd: 07 Vestur)
- Síðani hann seinast spældi við okkum er nógv vatn runnið í ánna. Sonni Ragnar hevur spælt víða hvar. Tá ið hann fór frá okkum, byrjaði hann yrkisleiðina uttanlands við FC Midtjylland. Hetta var í 2012. Á yrkisleiðini hevur hann spælt við liðum sum AC Horsens, Aalesund, FC Fredericia og Vejle. Hann kom heim aftur til B36; fyrst í 2020 og síðani í 2022, tá ið hann hevði spælt við Dundalk í Írlandi.
Høgi miðverji hevur spælt 47 dystir á A-landsliðnum. Sonni Ragnar Nattestad hevur spælt nógv í Betrideildini seinastu árini og kann blíva ein veruligur fongur fyri 07 Vestur. Felagið fegnast eisini stórliga um seinastu undirskriftina.
Liðið spælir í Fuglafirði sunnudagin. 07 Vestur hevur fingið 10 nýggjar útlendskar spælarar í vetur, og nú er hópurin hjá Steffan Landro komin uppá pláss.
(Savnsmynd: Sverri Egholm)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald