Fótbóltur

Sonni Ragnar fer aftur til Molde

Bæði Horsens og Sonni Ragnar fegnast um leigutíðarskeiðið.

Landsliðsleikarin veðrur aftur at síggja í Molde eftir nýggjár
(Mynd: Sverri Egholm)

Landsliðsleikarin veðrur aftur at síggja í Molde eftir nýggjár (Mynd: Sverri Egholm)

2018-12-16 16:20 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Beint áðrenn flytingarvindeygað lat aftur í summar, skifti føroyski landsliðsmiðverjin  Sonni Ragnar Nattestad frá Molde til Horsens. Talan var um ein leigusáttmála.

Sonni Ragnar var ikki við í hópinum, tá FC Midtjylland vann 3-1 í Horsens dag, Og heimasíðan hjá felagnum skrivar í dag, at 24-ára gamli føroyingurin nú fer aftur til sítt norska felag. Tað er tó ikki tí, at Bo Henriksen ikki er nøgdur við hann. Venjarin hjá Horsens sær stórt í Sonna Ragnar:

- Beint nú eru vit í tí støðu, at vit ikki skulu keypa leikarar, og tí er tað nátúrligt, at Sonni fer aftur til Molde. Hann er ein ógvuliga spennandi leikari, ið hevur gjørt tað gott hjá okkum, og møguliga kann tað vera hann kemur aftur her, tí hann hevur stórt potentiali, sigur Bo Henriksen við heimasíðuna hjá AC Horsens

Sonni Ragnar Nattestad spældi fýra dystir í Superligaini, umframt at hann spældi í steypakappingini. Skaðar og leikbann vóru við at forða fyri fleiri dystum, men føroyingurin sigur við heimasíðuna, at hann var glaður fyri at vera í Horsens aftur - bæði viðvíkjandi tí fótbóltsliga og tí menniskjaliga.

Hallur Hansson er framvegis sáttmálabundin við Horsens. Miðvallarin spældi allar 90 minuttirnar í dag og fekk eitt gult kort. 

 

  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder