Fimm leikarar, sum vórðu úttiknir til venjingardystirnar mótí Íslandi og Liktinstein, ið verða á Tórsvølli ávíkavist í morgin og mánadagin, kundu kortini ikki møta mánadagin. Ári Mohr Jónsson og Rógvi Baldvinsson eru skaddir, meðan René Shaki Joensen og Heðin Hansson hava sitið leingi í sóttarhaldi, og tí vórðu aðrir kallaðir inn. Kaj Leo í Bartalsstovu var so at siga noyddur at geva avboð, tí at Valur skal spæla oddadyst og grannauppgerð mánadagin.
Júst hetta síðsta hevur fingið eitt sindur ilt í Håkan Ericson. Á tíðindafundinum í dag segði landsliðsvenjarin, at tað ikki var "fair" av íslendska fótbóltssambandinum:
- Tað er ikki vanligt, at landskappingardystir verða lagdir tey dato, ið UEFA hevur ásett til landsdystir. Tað er órættvíst mótvegis leikaranum at skula velja ímillum landslið og at spæla týðandi kappingardyst
Håcan Ericson harmast yvir, at so nógvir hava verið noyddir at geva avboð, men hann fegnast um arbeiði ið er gjørt seinastu dagarnar
Myndir: Bjarni Enghamar
Landsliðsvenjarin segði tó, at toymið hevði handfarið støðuna væl, at leikararnir, ið komnir vóru inn, hava gjørt tað væl, venjingarnar seinastu dagarnar hava víst at man flytur seg rætta vegin í tilgongdini. Eisini legði hann dent á, at hetta var longsta tíðarskeið, ið liðið hevur verið savnað undan einum dysti. Og hetta er jaligt.
Fleiri skaðatrupulleikar
Håkan Ericson noyðist tó at fyrihalda seg til, at tveir miðverjar eru darvaðir av skaðum. Sonni Ragnar Nattestad noyddist út við skaða í tjúkkanum í HM-undankappingardystinum í Eysturríki í mars og spældi ikki næstu tíðina við Dundalk. Miðvingurin var komin fyri seg men sást eina løtu til venjingina í gjár saman við fysioterapeutinum Rickard Dahan. Hann vandi iki við alla venjingina í dag, og landsliðsvenjarin staðfesti longu áðrenn, at Sonni Ragnar helst ikki er tøkur til í morgin. Sum skilst er eisini møguleiki fyri, at hann skal tíðliga aftur til Írlands, sum hevur strangar sóttarhaldsreglar.
Gunnar Vatnhamar sást eisini saman við fysioterapeutinum í dag, har leirvíkingurin gjørdi nøkur øvilsi sjálvur. Tað er ógvuliga ósannlíkt, at hann spælir í morgin. Hørður Askham úr HB er lagdur afturat hópinum. Miðverjin vandi við í dag.
Hørður sæst her longst til vinstru. Hann hevur eins og hinir HB-leikararnir verið í sóttarhaldi (Mynd: Bjarni Enghamar)
Á tíðindafundinum segði landsliðsvenjarin annars, at tað verður áhugavert at royna seg ímóti nábúgvunum, sum hava havt gott sera góð úrslit seinastu árini, so tað verður áhugavert at royna seg ímóti teimum.
Føroyar og Ísland spæla í annaðkvøld, fríggjakvøldið 4. juni klokkan 19.45.
Les eisini:
- Vit merktu føroyska stuðulin til endaspølini
Óvist um áskoðarar sleppa til landsdystin í morgin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald