Nú fleiri enn 1000 fólk hava prógvað seg sum svimjarar, við at klára at svimja 200 metrar uttan íhald ella hjálpitól, so er tað merkisvert at 100 av hesum gjørdu tað í svimjihøllini í Sørvági.
Bæði tí at tað er 10 prosent av øllum sum kláraðu royndina, og hartil eini 8 prosent av øllum íbúgvum í Sørvágs kommunu.
Eitt annað merkisvert tal, er at allir næmingarnir hava klárað hesar 200, sum ganga í fimtaflokki í Sørvágs skúla.
Tað er tann árgangur sum vit plaga at spyrja um svimjihug- og førleika, tá ið tann kanningin er, og har tað í 2018 vóru bara 43,3 prosent av øllum næmingum í Føroyum sum kláraðu hetta sama, skrivar svimjing.com.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald