Fótbóltur

Southampton tekur ímóti West Ham

Ein dystur verður spældur í Premier League í kvøld.

Danny Ings hevur 7 mál hetta kappingarárið

Danny Ings hevur 7 mál hetta kappingarárið

2018-12-27 17:02 Author image
Ari av Rana
placeholder

Ein einsamallur dystur verður spældur í Premier League í kvøld, tá Southampton tekur ímóti West Ham.

Southampton liggur í løtuni á 16. plássi í fremstu ensku deildini, trý stig yvir niðurflytingarstrikuni. Seinastu tveir dystirnir hava eydnast væl, har felagið fyrst vann á heimavølli á Arsenal og síðani á útivølli móti Huddersfield.

West Ham hava staðið seg sera væl seinastu tíðina. Liðið, sum liggur á 12. plássi, hevur vunnið fýra av seinastu fimm dystunum, og hevur 24 stig hetta kappingarárið.

Bæði liðini eiga sína styrki í álopsspælinum, og talan kann tí gerast um ein áhugaverdan dyst.

Dysturin verður spældur klokkan 19:45.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder