Fótbóltur

Southgate úttikið 27 leikarar til avgerandi dystirnar í Nations League

Fýra leikarar skulu skerast av hópinum um tíggju dagar. Nakrar ivastøður eru viðvíkjandi skaðum.

Southgate hevur tikið liðformann hansara út - Kane er tó framvegis ivasamur til avgeradni dystirnar (Mynd: EPA)

Southgate hevur tikið liðformann hansara út - Kane er tó framvegis ivasamur til avgeradni dystirnar (Mynd: EPA)

2019-05-16 21:00 Author image
Agnar Prestá
placeholder

HM var seinasta summar, og kappingin í Russlandi fylti ógvuliga nógv tann mánaðin - kring allan heimin. Hóast HM "manglar" hetta summarið, so eru nøkur endaspæl á skránni. Spælt verður um meistaraheitini í Suður Amerika (Copa America), Norður Amerika (CONCACAF) og Afrika(AFCON) í summar, og í Evropa skulu fyrstu vinnararnir í UEFA Nations League finnast.

Fýra lið stríðast um at vinna hvør sína deild. Í deild D, C og B hava liðini eitt atgongumerki til EM uppá spæl, umframt uppflyting. Í deild A verður meistarin av kappingini funnin. Hann fær eisini pláss til EM-endsaspælið komandi summar. A-bólkurin verður avgjørdur í Portugal, har vertirnir skulu dystast við Sveis í fyrru hálvfinaluni í Oporto, og Holland og Ongland bresta saman í Guimaraes. Finalan verður leikt á leikvøllinum hjá Porto 9. juni.

Landsliðsvenjarin hjá Onglandi hevur í dag avdúkað ein bruttohóp, har 27 leikarar eru úttiknir. 23 leikarar verða í endaliga hópinum. Orsakað av skaða eru Chelsea-leikararnir, Ruben Loftus-Cheek og Callum Hudson-Odoi ikki úttiknir. Loftus Cheek fekk skaða í økilin týsdagin, tá hann spældi fyri Chelsea í uppvísningsdyst í Boston, har Chelsea fyrireikar seg til finaluna í Europa Leagie. Skaðin kom ill við; Southgate váttaði, at bæði hann og stórtalentið Hudson-Odoi høvdu verið úttikinir, um teir vóru tøkir.

Southgate hevur givið pláss fyri Tottenham-miðvallaranum Harry Winks og hansara liðfelgaða Harry Kane, hóast hesir ikki hava spælt í yvir ein mánað. Southgate sigur, at liðformaðurin á landsliðnum stríðist við at gerst klárur til Champions League finaluna 1. juni, og at hann hevur uppiborið møguleikan at fáa tíð. Júst skaðar og ivasamir leikarar eru sambært venjaranum orsøkin til, at 27 leikarar eru úttikinir í fyrstu syftu. 

Helst mest yvirraskandi navnið í hópinum er Nathan Redmond. Southampton-leikarin hevur havt eitt gott kappingarár, men hevur best leikt ein A-landsdyst. Tað kann eisini undrað, at James Tarkowski og Luke Shaw ikki eru við. Verjuleikararnir hava havt góð kappingarár og hava verið fastur partur av landsliðnum seianstu tíðina.  

27-mans hópurin hjá Onglandi

Málverjar: 

Jack Butland, Tom Heaton, Jordan Pickford

Verjuleikarar:

Trent Alexander-Arnold, Ben Chilwell, Joe Gomez, Michael Keane, Harry Maguire, Danny Rose, John Stones, Kieran Trippier, Kyle Walker

Miðvallarar: 

Ross Barkley, Dele Alli, Fabian Delph, Eric Dier, Jordan Henderson, Declan Rice, James Ward-Prowse, Harry Winks

Áleyparar: 

Harry Kane, Jesse Lingard, Marcus Rashford, Nathan Redmond, Jadon Sancho, Raheem Sterling, Callum Wilson

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder