Fótbóltur

Spæla avgerandi dyst í serstøkum øki

Tað stendur á jøvnum eftir fyrra play-off dystin í Europa League millum KÍ og Sheriff Tiraspol. Fyrsta bríksl í innlendisøkinum kvøld verður klokkan 18.

Jákup Biskopstø Andreasen í framdrátti á Tórsvølli. Hann var nær við at skora til 2-0 á Tórsvølli í síðstu viku - nú skal KÍ royna at spæla seg víðari í heilt øðrvísi umstøðum (Mynd: Bjarni Enghamar/BjarnaMyndir)

Jákup Biskopstø Andreasen í framdrátti á Tórsvølli. Hann var nær við at skora til 2-0 á Tórsvølli í síðstu viku - nú skal KÍ royna at spæla seg víðari í heilt øðrvísi umstøðum (Mynd: Bjarni Enghamar/BjarnaMyndir)

2023-08-31 13:08 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tiraspol, Transnistria, Moldova (Portalurin) - Sambært evropatinginum er hetta í løtuni eitt "russiskt hersett øki". Talan er um eitt innlendisøki í Moldova. Transnistria - ella tað pridnestroviska moldoviska lýðveldi - sær seg og "uppførir seg" sum ein sjálvstøðugan stat og leyst av landinum. Tað er tó ikki altjóða viðurkent og hoyrir í roynd og veru til Moldova.

Í mun til tjóðskap og upruna er tað, sambært nakað eldri tølum, rímiliga javnt býtt millum russarar, moldovar/rumenar og ukrainar í økinum. Tiraspol er "høvuðsstaður" í Transnistria og ikki so nógvar kilometrar frá ukrainska markinum og til dømis Odessa, sum russar hava bumbað nógv undir krígnum. Bæði norska og svenska uttanríkisráðið frámæla í løtuni ferðing til økið, og tað fylti nógv í norskum miðlum, tá Molde slóg KÍ út.

[object Object]
Høvuðsgøtan í Tiraspøl, har russisk fløgg hanga beint við á reyða og grøna pridnestroviska flagginum.   

Tað tykist tó púra firðarligt í Tiraspol. Russiska og sovjetiska ávirkanin er annars týðilig og eyðsæð. Stór standmynd av Lenin er við býráðshúsið, og bringumyndir av honum og Stalin síggjast ymsastaðni, eins og russisk fløgg hanga beint við reyða og grøna pridnestroviska flagginum.

KÍ-hópurin gistir á "Hotel Russia", sum Viktor Gushan og hansara fyritøka "Sheriff" eiga. Hetta er næststørsta fyritøkan í Transnistria, og hon eigur og rekur eisini fótbóltsfelagið Sheriff Tiraspol. Gushan er fyrrverandi KGB-heryvirmaður og var kendur sum "sheriffurin". Hann er ein ríkastu monnunum í økinum eftir Sovjet-tíðina, sambært fleiri upplýsingum.


Frálíka fótbóltssíðan á Youtube - HITC Sevens - hevur gjørt hetta videobrotið, ið greiðir eitt sindur frá um Transnistria og mótstøðuliðið hjá KÍ í play-off umfarinum (Video: Youtube)

Tað hevði tikið heilt langa tíð at greitt nágreiniligt frá øllum tí serstaka við økinum - í kvøld snýr tað seg um ein fótbóltsdyst. Tað er longu greitt, at KÍ verður fyrsta føroyska liðið í einum evropeiskum bólkaspæli. Spurningurin er so: Hvussu "fínt" bólkaspæl verður talan um.

Ítróttarliga fer KÍ at hava betri møguleika í Conference League - um man tapir í kvøld - men tað er eingin ivi í hópinum: Teir vilja royna seg í Europa League. Hitin, langa ferðin, undirlag, møði o.a. skulu ikki vera undanførslur, staðfesta høvuðsvenjari og liðformaður: Í kvøld snýr tað seg um at spæla klókt, sum eitt lið og avrika: Eins og til dømis í Budapest móti Ferencvárosi.

Sí eisini: 
Jóannes Kalsø Danielsen: Vænta at Sheriff kemur við nøkrum heilt øðrum
Árni Frederiksberg: At spæla í Evropa er nakað serligt
- Teir hava heilt víst virðing fyri okkum
Hoseth ræðist ikki hitan ella longda leiktíð

Claes Kronberg er ikki við í Moldova. Hann hevur burna í hælsinuni. Latif Ahmed slapp tíverri ikki gjøgnum passeftirlitið á flogvøllinum í Chisinau. Ungi vongurin er úr Gana, og Schengen-innfaraloyvi var ikki nóg mikið í Moldova. Hann sat fastur á flogvøllinum meginpartin av degnum í gjár men er nú sloppin úr landinum. Annars eru allir spælarar hjá KÍ tøkir. René Shaki Joensen er til reiðar aftur, Páll Andrasson Klettskarð vandi fulla venjing í gjár og kann heilt víst spæla ein leiklut. Vegard Forren vandi ikki við, men tað var eftir ráðum frá fysioterapeutinum. Royndi norðmaðurin verur allarhelst í miðverjuni í kvøld.

KÍ skal standa rætt móti favorittunum og síðani hótta Sheriff, sum helst fer at royna at seta seg meira á spælið í kvøld. Dysturin byrjar klokkan 20 lokala tíð og klokkan 18 føroyska tíð.

UEFA Europa League Play-off, seinni dysturin
Í dag, hósdagin 31.08
18.00: Sheriff Tiraspol - KÍ (1-1)

Kringvarpið stroymir dystin á kvf.fo.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder