Tað verður ein søguligur dystur á nýggja graslíkinum á Tórsvølli í kvøld. Manslandsliðini hjá Danmark og Føroyum skulu á fyrsta sinni spæla ein týðandi dyst í Føroyum.
Í august 2000 hittust liðini í heldur løgnu NM-kappingini, ið var ein venjingarkapping millum norðanlond, har danir ikki eingongd skrásettu hvønn dyst. Dysturin á tá næstan heilt nýggja Tórsvølli varð tó skrásettur, og hetta var fyrsti dystur hjá nýggja danska venjaratoyminum hjá Danmark - stóru legendunum Morten Olsen og Micheal Laudrup.
Í nógva mjørkanum bjóðaðu føroyingar av álvara Danmark av - hetta var meðan fullveldissamgongan sat, og samráðingar høvdu verið við donsku stjórnina - men tvey mál stutt eftir stegðin avgjørdi dystin. Dysturin var góð fyrireiking.
Tíggju ár frammanundan vóru stig í undankappingini uppá spæl, tá Danmark og Føroyar brustu saman í Ítróttarparkini slakan mánaða eftir sigurin á Eysturríki í Landskrona. 18-ára gamli Allan Mørkøre takklaði í 1. hálvleiki bóltin framvið Peter Schmeichel eftir gott føroyskt álop og gjøgnumbrot frá Torkili Nielsen. Danir skoraði tó fýra ferðir - Laudrup úr Barcelona tvær ferðir.
Kraftmikið klaksvíkingurin er framvegis einasti føroyingur, ið hevur skorað móti dønum á allarhægsta stigi - Róaldur Jakobsen tryggjaði í 2012 U21-landslidnum eitt flott stig í Gundadali. Árið eftir stórdystin í Parkini vunnu danir 4-0 í Landskrona, og tað gjørdu teir eisini í venjingardysti í Herning í oktober í fjør, har øll málini komi í fyrra hálvleiki. Samanlagt hava Føroyar harvið tapt 14-1 í fýra dystum móti Danmark.
Í kvøld verður ein nýggjur kapittul skrivaður í søguni um Danmark og Føroyar. Fyrsta bríksl á Tórsvølli verður 19.45.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald