Hondbóltur

Spæla móti Týsklandi mánadagin - Saudiarabia týsdagin

Føroysku U19-menninir skulu mest sannlíkt vinna báðar dystirnar í meginumfarinum fyri at røkka fjórðingsfinalunum. Í dag er hvílidagur/fyrireiking.

Føroysku venjararnir og spælararnir skulu nú fyrireika seg uppá stóra uppgávu, sum verður seinnpartin í morgin: Týskland er á skránni (Mynd: Egin Tollaksson Kass)

Føroysku venjararnir og spælararnir skulu nú fyrireika seg uppá stóra uppgávu, sum verður seinnpartin í morgin: Týskland er á skránni (Mynd: Egin Tollaksson Kass)

2023-08-06 08:39 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Opatija, Kroatia (Portalurin) - Tað var sum vera man ógvuliga gott lag á føroyingum í økinum her eftir stórsligna sigurin á EM-silvurvinnarunum úr Svøríki í gjárkvøldið. Føroysku spælarar vístu vilja, dirvi og mátt, og í mun til dystin móti Iran vóru marginarnar kanska eisini við, og okkara hildu høvdið kalt og spældu seg víðari. Samstundis vórðu sviar varpaðir úr kappingini.

Sí eisini:
Føroyingar syftu sviar
Myndir: Føroyar - Svøríki

Ósigurin móti Iran ger tíverri, at Føroyar ikki fáa nakað stig við sær víðari til meginumfarið, har hvørt lið spælir tveir dystir. Iran hevur tvey stig við, og tað hevur Týskland, sum fekk fult stigatal við trimum tryggum sigrum í sínum bólki, eisini. 

Saudiarabia er fjórða liðið í bólkinum og kann sammetast eitt sindur við Iran. Dystarskráin til næsta umfarið í kappingini er nú komið út. Føroyar spæla fyrst móti EM-bronsuvinnarunum í fjør. '

- Týskland er kanska uppaftur betri enn Svøríki beint nú, staðfesti Óli Mittún eftir frálíka avrikið hjá honum og liðnum í gjár. Trúgvin er tó har um at føroyska liðið sanniliga megnar at spæla upp til týskarar, um man rakar sítt toppstig. Um Føroyar ikki megna at koppa Týsklandi, so skulu okkara hava hjálp frá Saudiarabia mánakvøldið.

[object Object]

[object Object]

[object Object]
Ovfarakæti og sterkar kenslur í føroysku leguni í gjárkvøldið...nú skal hyggjast fram til næsta bólkaspæl (Myndir: Egin Tollaksson Kass)

Meginumfar - Bólkur
 IV í Opatija

Mánadagin, 7. august
16:00 Týskland - Føroyar
18:00 Iran - Saudiarabia

Týsdagin, 8. august
16:00 Saudiarabia - Føroyar
18:00 Týskland - Iran

Allar tíðir eru føroyskar 

Støðan - eftir hvørji stig liðini hava við:
Týskland 2 stig
Iran 2 stig
Føroyar 0 stig
Saudiarabia 0 stig

Eitt fjórðingsfinalupláss kann koma í hús - besti møguleiki at náa tað er sjálvandi við tveimum sigrum. Nú arbeiða teir í venjaratoyminum við video, og spælararnir hvíla seg og lada upp. Seinnapartin verður styrkivenjing og síðani nakað av hondbóltsvenjing og taktiskari fyrireiking í føroysku leguni. Meira frá henni seinni.

Sí samrøður eftir søta sigurin í gjár:
Óli Mittún: - Hetta er næstan óbeskriviligt
Djóni Gaard Joensen: - Sum at vinna FM
Tróndur Johnsson: - Tað var nú ella ongantíð

Hallur Danielsen: - Hetta var ófatiliga stuttligt og gleðiligt at síggja

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder