Óli Mittún skoraði, eins og í EM-endaspælinum móti Svøríki í fjør, heili 17 mál í kvøld. Stóri munurin var tann, at hesa ferð vunnu Føroyar við trimum málum og spældu seg víðari úr HM-endaspælinum
- Hetta er tað størsta, vit hava megna, við hesum árganginum. Móti Iran missa vit høvdið, men í dag kempa vit bara allan vegin, og tað er heilt fantastiskt, sigur dagsins leikari uttanfyri høllina her.
(Mynd/Video: Egin Tollaksson Kass)
Óli og liðfelagirnir kundu fegnir heilsa uppá familjuna - frá í morgin fara teir at hyggja uppá uppgávuna móti Týsklandi í meginumfarinum mánadagin.
U19 HM-endaspæl, 3. umfar í bólkaspælinum
Leygardagin 5. august, Opatija:
Føroyar - Svøríki 34-31 (14-14)
Støðan í bólki H eftir 3. umfar:
1. Iran 5 stig
2. Føroyar 4 stig
3. Svøríki 3 stig
4. Burundi 0 stig
Dystargongdin:
5.min: 1-1
10 min: 3-4
15 min: 6-6
20 min: 7-9
25 min: 10-11
30 min: 14-14
35 min: 16-17
40 min: 20-20
45 min: 24-25
50 min: 28-26
55 min: 30-28
Málskjúttar:
Óli Mittún 17 (8) - Dagsins spælari
Óla Jákup Gaard Olsen 3
Rókur Ziskason 3
Tróndur Johnsson 3
Ísak Vedelsbøl 3
Niklas Gaard 2
Jákup Egholm 2
Aleksandar Sasha Lacok 1
Brend skot: 14 - Skoteffektivitetur: 71 prosent
Bjargingar:
Aleksandar “Sasha” Lacok 10
Sí eisini:
Føroyingar syftu sviar
Myndir: Føroyar - Svøríki
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald