Svenskur ítróttur hevur tað trupult við føroyskum ítrótti - íhvussu er hesa vikuna. Mikukvøldið sendi KÍ svenska meistaran út úr Champions League. Hetta var søguligt, og hetta var í Göteborg.
Óli Mittún býr og spælir til dagliga hondbólt í Göteborg. Í kvøld gekk 18-ára gamli úrmælingurin av álvara á odda og skoraði aftur 17 ferðir móti Svøríki, tá eitt stórt og glæsiligt kapittul afturat í føroyskari hondbóltssøgu varð skrivað. Føroyar hava ongantíð áður verið til HM-endaspæl fyri U19-landslið hjá monnum - nú eru okkara U19-dreingir víðari til meginumfarið í kappingini.
![]()
Ovfarakæti á toppskjúttanum og dagsins spælara Óla Mittún..![]()
Mynd: Egin Tollaksson Kass![]()
Og sanniliga eisini á áskoðarunum, ið gjørdu sítt (Mynd: Egin Tollaksson Kass)
Til tess var ein sigur eitt krav í kvøld, og Føroyar reistu seg av álvara eftir vónbrotið móti Iran: Onkutíð høvdu teir yvirvágina, og onkutíð høvdu okkara tað. Í steðginum var javnleikur, og ivamál um, hvørt Ísak Vedelsbøl kom innaftur ella ikki. Tað gjørdi sterki strikuspælarin, og føroyska álopsspælið koyrdi sum heild ógvuliga væl eftir steðgin - bæði í 7 móti 6 og "vanliga álopinum". Okkara skoraðu tjúgu mál í seinna hálvleiki, og eftir at tað hevði ligið meira til sviar, koppaði tað beint eftir miðjan seinna hálvleik.
Fýra svensk álop á rað kiksaðu: Trok, yvirleggjari og Sasha órógvaði. Síðani tóku Føroyar leiðsluna og sleptu henni ongantíð, hóast nógv stóð á og okkurt mistak var. Fantastisku føroysku áskoðararnir hjálptu væl til, Aleksandar Sasha Lacok hevði nakrar týðandi atgerðir saman við verjuni, Óli og hinir tóku ábyrgd í longu álopunum, og í síðsta minuttinum var greitt, at hetta fór at bera á mál.
Ein ógvuliga spennandi inntensur og eisini flottur hondbóltsdystur við nógvum larmandi áskoðarum á báðum síðum, har Føroyar vístu styrki og spældu seg víðari. Nógv flott mál og eisini framúr stríðsvilji frá liðnum hjá Hjalta Mohr Jacobsen og Djóna Gaard Joensen.![]()
Hjalti Mohr Jacobsen fegnast saman vi spælarunum (Mynd: Egin Tollaksson Kass)![]()
(Mynd: Egin Tollaksson Kass)
Sí fleiri myndir frá frálíka hondbóltsdystinum her
Mánadagin spæla Føroyar móti Týsklandi her, áðrenn Saudi Arabia er á skránni í seinna dystinum í høvuðsumfarinum. Síðani fáa vit at síggja, um úrslitini røkka til fjórðingsfinalu.
U19 HM-endaspæl, 3. umfar í bólkaspælinum
Leygardagin 5. august, Opatija:
Føroyar - Svøríki 34-31 (14-14)
Støðan í bólki H eftir 3. umfar:
1. Iran 5 stig
2. Føroyar 4 stig
3. Svøríki 3 stig
4. Burundi 0 stig
Dystargongdin:
5.min: 1-1
10 min: 3-4
15 min: 6-6
20 min: 7-9
25 min: 10-11
30 min: 14-14
35 min: 16-17
40 min: 20-20
45 min: 24-25
50 min: 28-26
55 min: 30-28
60 min: 34-31
Málskjúttar:
Óli Mittún 17 (8) - Dagsins spælari
Óla Jákup Gaard Olsen 3
Rókur Ziskason 3
Tróndur Johnsson 3
Ísak Vedelsbøl 3
Niklas Gaard 2
Jákup Egholm 2
Aleksandar Sasha Lacok 1
Brend skot: 14 - Skoteffektivitetur: 71 prosent
Bjargingar:
Aleksandar “Sasha” Lacok 10
Útvísingar:
Føroyar: 3
Svøríki: 3
Tekniskar villur:
Føroyar: 9
Svøríki: 8
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald