Hósdagin klokkan 17:00 spælir føroyska kvinnulandsliðið EM-undankappingardyst á Tórsvølli ímóti Wales. Talan er um fyrsta dystin í undankappingina til EM í 2021.
Les eisini: Fyrsta uppgávan er hóskvøldið á Tórsvolli
Tríggjar ferðir áður hava Føroyar og Wales spælt í EM-undankapping
Tann 25. oktober í 1995 skrivaðu føroysku kvinnurnar søgu. Á Farrar Road í Bangor í Wales vunnu Føroyar, við Páll Guðlaugssyni á odda, 1-0. Sigursmálið skoraði Helga Ellingsgaard tíggju minuttir fyri steðgin.
Eitt lítið ár seinni, tann 8. juni í 1996, møttust liðini aftur á Svangaskarði á Toftum. Tá vunnu walisar 1-0.
Tíggju ár seinni spældu Føroyar og Wales aftur í EM-undankapping. Í hesum førum var fyri at koma í sjálva høvuðsundankappingina. Føroyar taptu 2-1 í dystinum í bólkaspælinum, sum varð leikt í Makedónia. Tað var Malena Josephsen, ið skoraði føroyska málið. Heidi Sevdal og Olga Kristina Hansen fingu báðar sín fyrsta landsdyst hendan dagin.
Síðani hevur Wales ment seg nógv, og er í løtuni er nummar 32 á styrkislistanum hjá FIFA. Fyrr í ár spældi Wales tvær ferðir javnt móti Kekkia, ið tvær ferðir vann stórt á Føroyum í farnu undankapping. Tískil bendur alt á, at tað verður talan um eina sera torføra uppgávu hjá liðnum hjá John Petersen hósdagin.
Føroyar eru á 85. plássi á styrkislistanum hjá FIFA.
Hópurin
Monika Biskopstø, AaB Ålborg (Danmark)
Anna S. Hansen, EBS/Skála
Marita á Fríðriksmørk, ÍF/Víkingur/B68
Annika R. Christiansen, ÍF/Víkingur/B68
Lív Arge Poulsen, Sundby BK (Danmark)
Durita Hummeland, KÍ
Sanna Svarvadal, KÍ
Katrina Akursmørk, KÍ
Eyðvør Klakstein, KÍ
Evy á Lakjuni, KÍ
Olga Kristina Hansen, B36
Ansy Sevdal Jakobsen, EBS/Skála
Ásla Johannesen, Farum BK / FC Nordsjælland (Danmark)
Sara S. Lamhauge, HB
Julia Naomi Mortensen, HB
Jónvá Hentze, HB
Jacoba Langgaard, ÍF/Víkingur/B68
Heidi Sevdal, HB
Sarita Maria Mittfoss, B36
Rebekka Fjalsá Benbakoura, HB
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald