Í gjár varð A-landsliðið hjá monnum til komandi EM-undankappingardystirnir úttikið. Áðrenn menninir skulu royna seg aftur, skal A-landsliðið hjá kvinnum í gongd við undankappingina til EM í 2021.
Í farnu HM-undankapping hevði føroyska liðið trupulleikar, men menti seg ígjøgnum kappingina. Nú er John Petersen høvuðsvenjari, og tók fyrst í mánaðnum sín fyrsta hóp til ein undankappingardyst út
(John Petersen til landsliðsúttøkuna - Mynd: Sverri Egholm)
Føroyar vóru í vár í Litava og spældu tveir venjingardystir, har báðir endaðu við javnleiki. Í gjár hevði liðið sína fyrstu venjing, eftir at leikararnir vóru møttir inn, og í dag venur føroyska liðið tvær ferðir á Tórsvølli.
John: Vóna at nógvir áskoðarar koma
Dysturin millum Føroyar og Wales verður leiktur á Tórsvølli hósdagin klokkan 17.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald