Sum siður er, hevur nógv dart á høgum stigi verið í mæta Alexandra Palace upp til og eftir jól. "Ally Palace" er á hvørjum ári karmur um PDC World Championship, sum bara veksur í vavi - og í vinnaraupphædd.
Tríggir onglendingar og ein niðurlendingur eru eftir í stríðnum um stóra heiðurin og stóra vinningin. Niðurlendingurin er tann einasti av hesum, sum hevur vunnið heimsmeistaraheitið áður.
Michael van Gerwen hevur verið í seks PDC World Championship-finalum og hevur vunnið tríggjar teirra - seinast í 2019. van Gerwen hevur sum heild verið sannførandi higartil, og er hann eisini stórur favorittur í hálvfinaluni móti Chris Dobey, sum byrjar klokkan 19.40.
Michael van Gerwen (Mynd: EPA)
Roknað verður við at bert 17-ára gamli Luke Littler kemur í finaluna annað árið á rað. Enska stórtalentið skal í kvøld stríðast við 39-ára gamla Stephen Bunting úr Liverpool, sum hevur spælt ógvuliga væl seinastu dagarnar.
19.40: Chris Dobey - Michael van Gerwen
21.30: Stephen Bunting - Luke Littler
Hálvfinalurnar síggjast á TV3 Sport og Viaplay
Hálvfinaluluttakarnar í London
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald