Fyrst í august fer HM endaspælið fyri U19-landsliði við monnum í gongd í Kroatia, og Føroyar eru við. Føroyska liðið er í bólki saman við Burundi, Iran og Svøríki.
Sum liður í fyrireikingunum kemur íslendska U19-manslandsliðið á vitjan til tveir venjingardystir um vikuskiftið.
- Dystirnir vera ávikavikst leygardagin á Eiði og sunnudagin í Vestmanna. Dystirnir kunnu stroymast á live.hsf.fo
Dystirnir liggja soleiðis:
Leygardagin 22. juli á Eiði
16.00: menn Føroyar – Ísland
Sunnudagin 23. juli í Vestmanna
16.00: Føroyar – Ísland
Niðanfyri sæst hópurin - tað eru teir somu 16, sum skulu til Kroatia
Málverjar:
Leivur Joensen, VÍF
Aleksandar Lacok, Neistin
Vinstri vengur:
Jákup Egholm, H71
Rói Seyer Hjaltason, H71
Sofus í Selvindi, StÍF
Høgri vengur:
Niklas Gaard, BSH
Óla Jákup Gaard Olsen, VÍF
Strikur:
Tóki Fríðriksson, KÍF
Ísak Vedelsbøl, Neistin
Eyðbjørn Heini Danielsen, VÍF
Bakspælarar:
Óli Mittún, IK Sävehof
Rókur Ziskason, H71
Høgni Højsted, H71
Trúgvi Hávardsson, StÍF
Búi Djurhuus Poulsen, GGIF Grindsted
Tróndur Johnsson, VÍF
Føroyingarnir skulu millum annað stríðast móti Svøríki í HM-endaspælinum - fyrst er tó Ísland á skránni (Mynd: Hondbóltssamband Føroya)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald