2019-02-23 13:48
Tað riggar ikki ordiliga á Hálsi, har VÍF og Kyndil spæla steypafinalu. Fyrst var tað máltalvan sum órógvaði dystin, og dysturin varð steðgaður tvær ferðir eftir at hann varð settur í gongd.
Og fyri løtu síðani vóru tað lýsingaskeltini á gólvinum, sum elvdu til trupulleikar og ruðuleika. Fleiri skeltir vórðu tikin av, og ótolnir spælarar fóru í holt at vaska gólv, soleiðis at gólvið ikki kleprar.
Nú koyrir spælið aftur, og vónandi verða ikki fleiri trupulleikar av hesum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald