
Napoli tryggjaði sær í gjárkvøldið víðari luttøku til áttandapartsfinalurnar í Champions League. Tað hevði eisini borið til uttan ein sigur, tí Liverpool vann í Salzburg. Suðuritalienska liðið vann tó sannførandi 4-0 sigur á Genk.
Les eisini: Liverpool gjørdi sítt í Eysturríki
Seinastu 18 mánaðirnar hevur Carlo Ancelotti staðið á odda fyri Napoli. Í fjør eydnaðist tað akkurat ikki at koma víðari úr Champions League-bólkaspælinum orsakað av Liverpool og PSG. Í Europa League sló Arsenal Napoli út í fjórðingsfinaluni. Í Serie A endaði liðið á einum tryggum 2. plássi við 79 stigum, men í ár hevur haltað hjá Ancelotti og hansara monnum: 21 stig fyri 15 dystir og á einum 7. plássi - langt frá oddastríðnum.
Leysasøgurnar hava gingið, og eftir dystin í gjár varð fundur við leiðsluna, har víðagitni eigarin Aurelio De Laurentiis loysti 60-ára gamla venjaran úr starvið. Italienskir miðlar hava gitt, Gennaro Gatusso fer at taka yvir, og Sky Sports skrivar, at fyrrverandi AC Milan miðvallarin og venjarin verður høvuðsvenjari hjá Napoli til summarsteðgin.
Meira kendur fyri at vera venjari enn leikari - Gatusso fær eina spenanndi avbjóðing við Napoli í Champions League (Mynd: EPA)
Ancelotti fer ongar trupulleikar at hava við at finna nýtt starv, og Sky Sports skrivaði í gjárkvøldið, at bæði Everton og Arsenal eru áhugaði - tað er serliga Sky Italia, ið vísir til Arsenal. Everton er eisini eitt gott boð: Victor Periera, ið var fyrstavali til at taka yvir fyri Marco Silva, trekti seg í gjár frá samráðingunum við felagið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald