Fótbóltur

Silva fingið sekkin í Everton

Liverpool-felagið er undir niðurflytingarstrikuni, og tað kostaði í gjárkvøldið portugisanum starvið. Duncan Ferguson tekur fyribils yvir - David Moyes er nevndur sum ein møgulig langtíðarloysn á Goodison Park.

Silva er ikki longur oddamaður í Everton (Mynd: EPA)

Silva er ikki longur oddamaður í Everton (Mynd: EPA)

2019-12-06 11:34 Author image
Agnar Prestá

Everton keypti í summar inn fyri 120 milliónir pund, og ætlanin var at bróta inn í topp-seks og bjóða av um Champions League pláss. Tað hevur tó als ikki gingið eftir vild hjá teimum bláu á Merseyside, ið mikukvøldið taptu 5-2 í grannauppgerðini á Anfield. Harvið er liðið nú á 18. plássi - tað eru 20 ár síðani, at Everton hevur ligið til niðurflyting so seint í einum kappingarári.

Marco Silva skuldi verða maðurin, ið førdi Everton víðari. Felagið royndi at lokka hann frá Watford fyri tveimum vetrum síðani, og tað endaði við, at Silva varð uppsagdur har í januar 2018. Tað summarið kom hann so til Goodison Park. Í ár er tað bert vorðið til 14 stig í 15 dystum hjá 42-ára gamla venjaranum, ið nú er uttan starv.

Silva hevur verið undir trýsti í eina tíð, og David Moyes hevur verið nevndur sum ein møguligur avloysari. 56-ára gamli skotin hevði 11 góð ár í Everton, áðrenn hann tók við eftir Sir Alex Ferguson í Manchester United. Seinasta venjarastarvið hjá Moyes var í West Ham. Tað samstarvið endaði í mai í fjør.

[object Object]
Moyes sló sítt venjaranavn fast í Everton (Mynd: EPA)

Sambært Sky Sports er David Moyes uppá tal, men tað er ein av venjarnunum, ið var uppá tal at avloysa Moyes í 2013, ið er fyrstaval hjá Everton. Talan er um 51-ára gamla portugisan Victor Pereira. Hann er í løtuni venjari í Shanghai í Kina. Hann hevur áður staðið á odda fyri millum annað Porto, Galatasaray og Olympiakos. 

Tað er fyrrverandi áleyparin í felagnum, skotin Duncan Ferguson, ið skal standa á odda, tá Everton spælir móti Chelsea leygardagin. Ferguson hevur í longri tíð verið partur av venjaratoyminum á Goodison Park.

placeholder
placeholder