Fótbóltur

Spania og Italia skulu spæla hálvfinala týsdagin

Spania knógvaði Sveis eftir brotssparkskapping - italumenn vunnu 2-1 á Belgia.

Gli Azzuri skal týsdagin spæla hálvfinalu fyri fyrstu ferð síðani 2012 (Mynd: EPA)

Gli Azzuri skal týsdagin spæla hálvfinalu fyri fyrstu ferð síðani 2012 (Mynd: EPA)

2021-07-02 23:43 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í kvøld gjørdist greitt, hvørji lið skulu spæla fyrru EM-hálvfinaluna, ið verður týsdagin. Talan er um liðini, ið spældu EM-finalu í 2012.

Favorittarnir komu á odda tíðliga í Sankta Pætursborg - við hjálp frá Sveis. Men tað eydnaðist ikki spaniólum at avgera dystin, og miðskeiðis í 2. hálvleiki javnaði Xerdan Shaqiri. Tíggju minuttir seinni fekk maðurin, ið legði upp til málið, Remo Freuler beinleiðis reytt kort.

[object Object]Freuler við ov ógvusligari takkling móti Gerard Moreno, og úrslitið var reytt kort 

[object Object]
Mikel Oyarzabal avger her fjórðingsfinaluna móti Sveis við at senda brotssoark framvið Yann Sommer (Myndir: EPA)

Sveis, ið spældi uttan leikbannaða liðformannin, Granit Xhaka, helt støðuni, so at dysturin skuldi avgerast eftir brotsspark. Hóast Sergio Busquets misnýtti frysta brotssparkið, so eydnaðist tað ikki aftur hesuferð liðnum hjá Vladimir Patkovic at vinna óvæntað eftir brotssparkskapping. Tríggir sveisar misnýtti, og tríggir spaniólar gjørdu sítt. Harvið hevur Spania spælt seg í eina hálvfinalun fyri fyrstu ferð í níggju ár.

Kevin De Bruyne var vorðin tøkur, men ikki Eden Hazard, og Belgia kom ikki í hálvfinaluna. Øll málini komu í fyrra hálvleiki, og Italia var samanlagt omaná. Nicolá Barella legði Gli Azzuri eftir hálvan tíma, eftir at kanturin var kroystur í brotsteonum. Við tekniskum snildum og hegni hann fekk vent sær og sent bóltin á vakran hátt framvið Thibaut Courtois. Stutt fyri hálvleik endaði eitt vælleikt álop við, at Lorenzo Insigne krúllaði bóltin í longra málhorn við skoti av brotsteigarmarkinum.

[object Object]
Belgia hevði sínar møguleikar...

[object Object]Men teir reyðkløddu noyddist vónbrotnir av vøllinum í München (Myndir: EPA)

Romelu Lukaku minkaði um munin við brotssparið, ið Belgia heldur bíliga fekk í yvirtíðini, men hóast gott trýst til tíðir eftir steðgin og stórar møguleikar til Lukaku, noyddist Roberto Martinez at ásanna, at italumenn vóru ov væl skipaðir, og at tað heldur ikki hesaferð skuldi tað vera hjá teimum reyðu. Ístaðin megnaði Italia at spæla seg víðari og skal møta Spania týskvøldið á Wembley. Hinar fjórðingsfinalurnar verða leiktar í annaðkvøld.


EM 2020(2021) fjórðingsfinalur

Fríggjadagin 2. juli

Sankta Pætursborg

Sveis - Spania 1-1 eftir vanliga leiktíð - 2-4 eftir brotssparkskapping
8' Sjálvmál 0-1
68' Xerdan Shaqiri 1-1

Brotssparkskapping
Sergio Busquets brennur
Mario Gavranovic 2-1
Dani Olmo 2-2
Fabian Scär brennur
Rodri brennur
Manuel Akanji brennur
Gerard Moreno 2-3
Ruben Vargas brennur
Mikel Oyarzabal 2-4

München

Belgia - Italia 1-2 (1-2)
31' Nicolá Barella 0-1
44' Lorenzo Insigne 0-2
45 (+2) Romelu Lukaku br. 1-2


Í morgin - Leygardagin 3. juli

17.00: Kekkia - Danmark (Baku)
20.00: Ukraina - Ongland (Rom)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder