Kappingin um heimsmeistaraskapin í fótbólti fyri kvinnur er nú komin so langt, at tað bert er sjálv finalan og dysturin um bronsuna eftir at spæla.
Onnur hálvfinalan varð spæld í gjár millum Ongland og annað vertslandið, Avstralia.
Úrslitið av dystinum var, at Ongland vann 3-1 og tryggjaði sær sostatt rættin til at spæla móti Spania um heimsmeistaraheitið.
Týsdagin vunnu sponsku kvinnurnar 2-1 á Svøríki.
Dysturin millum Spania og Svøríki var javnur fram til 81. minutt, tá Salma Paralluelo legði Spania á odda. Men í 88. minutti, tveir minuttir áðrenn vanliga leiktíðin var runnin, javnaði Rebecka Blomqvist fyri Svøríki.
Men áðrenn dómarin bríkslaði dystin av, eydnaðist tað Spania at avgera dystin við máli av liðskiparanum Olga Carmona.
Í hinari hálvfinaluni millum Ongland og Avstralia í gár, legði Manchester United leikarin Ella Toone Ongland á odda í fyrra hálvleiki. Eftir ein góðan tíma, javnaði avstralski liðskiparin, Chelsea-leikarin Sam Kerr.
Ongland kom á odda aftur í 71. minutti, tá Manchester City-leikarin Lauren Hemp skoraði til 2-1, og stutt fyri leiklok staðfesti Arsenal-leikarin Alessia Russo dystin við enn einum máli.
Finalan um heimsmeistaraskapið millum Spania og Ongland verður spæld spæld sunnudagin á Stadium Australia í Sydney. Bronsufinalan millum Svøríki og Avstralia verðru spæld leygardagin á Lang Park í Brisbane.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald