
Tað varð væntað áðrenn, at Spania og Portugal fóru at koma víðari úr bólki B, har Iran og Marokko eisini eru við. Eftir innanhýsis javnleik í fyrstu uppgerðini vunnu Spania og Portugal 1-0 sigrar á ávíkavist Iran og Marokko. Tað vóru tveir tungir dystir fyri stórfavorittarnar, ið høvdu trupult við at hála sigurin heim.
Spania er í tí bestu støðuni. Spaniólar kunnu allarhelst koma víðari sjálvt við einum ósigri. Um ikki, so skulu Portugal og Iran spæla javnt, og Spania tapa við meira enn einum málið. Hetta fara Fernando Hierro og co. allarhelst at forða fyri ímóti einum Marokko-liðið, ið einki hevur at spæla fyri.
Tað er eitt ávíst trýst á Portugal. Evropameistararnir vóru als ikki skínandi ímóti Marokko, og skulu hava stig í dag. Iran er eitt vælskipað lið við portugisiska venjaranum, Carlos Quieroz á odda, og Ronaldo og co. kunna fá trupult við at bróta Iran niður, men eitt stig er nóg mikið fyri at koma víðari.
Uruguay vann 3-0 á Russland í bólkafinaluni í bólki A. Harvið skal vinnarin í bólki B spæla ímóti vertunum í áttandapartsfinaluni, meðan nummar tvey skal upp ímóti Uruguay, ið framvegis einki mál hevur latið inn.
Kl.19.00:
Spania - Marokko (DR 3 - heimasíðan hjá KVF)
Iran - Portugal (DR 1 - heimasíðan hjá KVF)
Rættað og dagført kl.17.21
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald