Nikolaj Jakobsen hevur verið í tveimum HM-finalum út av tveimum møguligum sum danskur landsliðsvenjari - í báðum førum endaði tað við gulli - og hann fekk eisini Danmrk í OL-finaluna í fjør. EM-endaspølini hava tó verið vónbrot. Í 2018, ið var fyrsta endaspælið hjá lívliga venjaranum, tapti Danmark eftir longda leiktíð móti Svøríki í hálvfinaluni, fyri tveimum árum síðani gekk heilt galið - í Svøríki - tá Danmark longu varð sent heim eftir bólkaspælið, og í kvøld taptu EM-favorittarnir móti Spania eftir ein dyst við nógvum mistøkum í álopsspartinum og einum vánaligum seinna hálvleiki.
Spaniólar, ið eru í gongd við eitt ættarliðsskifti og sum manglaði stjørnurnar Dujshebaev og Solé, spældu klókt og ágangandi verujuspæl í serliga seinna hálvleiki, tá danska álopið til tíðir stegðaði upp, og Perez de Vargas, sum eisini varð avgerandi í málinum til seinasta EM-endaspæl, tók væl - serliga frá danska vinstra vonginum, har Emil Jakobsen og Magnus Landin brendu fleiri góðar møguleikar í avgerandi løtuni.
Tað vóru teir úr Suðurevropa, ið annars byrjaðu dystin illa, og sum høvdu yvirskotið. Teir tyktust ógvuliga væl fyrireikaðir, og eftir at Spania kom á odda við tveimum í 42'minutti, megnaði Danmark ongantíð at fáa javnvág í áftur, og harvið skal Spania sunnudagin spæla sína fjórðu EM-finalu á rað - liðið hjá Jorge Ribeira vann bæði í 2020 og 2018.
Danir eru vónbrotnir. Teir vóru favorittar at vinna EM, men nú skulu teir royna at hugsavna seg um at fáa bronsuna heim.
Um eina løtu byrjar seinna hálvfinalan. Hon er millum Svøríki og Frakland og kann síggast á TV2 og á ehf.tv.
EM-hálvfinalur
Budapest, fríggjadagin 28.01
17.00: Danmark - Spania 25-29 (14-13)
19.30: Frakland - Svøríki - byrjar eitt sindur seinni
Hondbóltur
Spania sløkti gullvónina hjá Danmark
Spaniólar vóru greitt omaná eftir steðgin, har tað bæði eydnaðist at bróta seg ígjøgnum donsku verjuna og at tálma annars flótandi álopsspælinum hjá heimsmeistarunum. Spania sleppur harvið aftur at royna at verja sítt EM-gull sunnudagin, og tað verður móti Fraklandi ella Svøríki, ið spæla um eina løtu.
2022-01-28 19:26
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald