Fótbóltur

Spanski hópurin kemur til Føroya í morgin

Nógv fjølmiðlafólk koma eisini av iberisku hálvoynni; venjing og tíðindafundur verða í annaðkvøld.

Spanski hópurin til venjing í Madrid mánadagin (Mynd: EPA)

Spanski hópurin til venjing í Madrid mánadagin (Mynd: EPA)

2019-06-05 18:39 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Meðan føroysku leikararnir hava fyrireika seg so væl sum gjørligt á Tórsvølli og á Hotel Føroyum, so hevur spanski hópurin verið samlaðir í Madrid seinastu dagarnar. Í spanska høvuðsstaðnum hevur liðið við teimum nógvu klassaleikarunum gjørt seg til reiðar til dystirnar móti Føroyum og Svøríki.

Í morgin fyrrapartin verður kósin so sett móti Føroyum, har flogfarið setur seg í Vágunum eftir døgurða. Klokkan 18.15 verður tíðindafundur í B36-húsinum, og Spania venur klokkan 19.00 á Tórsvølli. Har eru nógvir spanskir miðlar, ið verða við; FSF upplýsir, at tað verða fimm spanskar útvarpsrásir umboðaðar á Tórsvølli til dystin, umframt at nógvir skrivandi miðlar eisini verða til staðar.

Les eisini: Føroyar - Spania á Sky Sports

Í spanska hópinum eru heili 11 sponsku feløg umboðaði, har Real Madrid hevur flest leikarar (fýra), og Barcelona og Valencia hava tríggjar leikarar hvør. Tveir av málverjunum leika til dagliga í Premier League, og so er ein leikari úr Serie A eisini við. Spania vann 2-1 á Norra í fyrsta undankappingardystinum, og spaniólar fylgdu upp við 2-0 sigri á Malta.

[object Object]
(Royndi miðvallarin Santi Cazorla er aftur; her til tíðindafund í Madrid í gjár - Mynd: EPA) 

Talan er ikki um eins sterkt spanskt landslið sum fleiri av árunum frammanundan, men hetta verður avgjørt ein risastórur biti fyri føroyska liðið. Allir leikararnir leika á sera høgum støði, og bæði Sergio Ramos og Sergio Busquets hava vunnið HM (í 2010). Santi Cazorla er við aftur eftir drúgva fráveru vegna skaða, og fyrrverandi Arsenal-leikarin var við at vinna EM í 2008 og 2012. Jordi Alba var við í tí seinna av hesum EM-heitinum, tað var Busquets eisini, meðan Ramos var við í 2008 og 2012. 

Spanski hópurin: 

Málverjar:
David De Gea, Manchester United
Pau Lopez, Real Betis
Kepa Arrizabalaga, Chelsea

Verjuleikarar: 
Dani Carvajal, Real Madrid
Jose Luis Gaya, Valencia
Inigo Martinez, Atletico Bilbao
Diego Llorente, Real Sociedad
Jesús Navas, Sevilla
Mario Hermoso, Espanyol
Sergio Ramos (L), Real Madrid
Jordi Alba, FC Barcelona

Miðvallarar: 
Sergio Busquets, FC Barcelona
Fabian Ruiz Pena, Napoli
Rodri, Atletico Madrid
Santi Cazorla, Villarreal
Sergi Roberto, FC Barcelona
Daniel Parejo, Valencia
Isco, Real Madrid

Áleyparar:
Alvaro Morata, Atletico Madrid
Rodrigo Moreno, Valencia
Marco Asensio, Real Madrid
Iago Aspas, Celta Vigo
Mikel Oyarzabal, Real Sociedad

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder