Tað nærkast alsamt meira til dystin á Tórsvølli, har føroyska A-landsliðið hjá monnum tekur ímóti Spania. Kl.19.45 fríggjadagin er fyrsta bríksl millum sponsku stórfavorittarnir, og føroyingarnir ið ikki verða mettir at hava realistiskan møguleika at fáa stig burturúr dystinum.
Les eisini: Hallur Hansson: Skulu fáa áskoðarnar á Tórsvolli at áhaldandi møta upp
Stóra bretska veddingarfyritøkan Bet365 gevur pengarnar 41 ferðir aftur, um Føroyar loypa hvøkk á og fáa trý stig. Javnleikur er til odds 13,00. Hetta er tó lítið afturímóti tí hjá Unibet og NordicBet, ið geva ávíkavist 67 og 65 ferðir aftur, um føroyska liðið vinnur. Betrfair hevur heimasigur til heili 91.00. Javnleikir hjá hesum trimum er eisini til hægri odds enn hjá Bet365, meðan Spania hjá øllum gevur 1.03 ella 1.04, ið er lítil og eingin vinningur.
Hóast stórur munur er á liðunum, so er stórur spenningur um dystin í Føroyum. Útselt er til fyrsta heimadystin í hesari EM-undankappingini, og tað er ein stór fótbóltstjóð ið kemur á vitjan. Talan er um HM-vinnaran frá 2010 og tvífalda evropameistarin (2008 og 2012) Sky Sports vísir dystin, og tað er ikki bert hjá bretska fótbóltsrisanum, at hyggjarat uttanlanda kunna fylgja dystinum millum Dávid og Goliat. Danska Canal 9 vísir eisini Føroyar - Spania
Les eisini: Trý mál í tveimum dystum móti Spania
Hetta er triðju ferð, at Føroyar spæla móti spaniólum. Í Føroyum kann dysturin síggjast í Kringvarpinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald