Í døgunum 31. oktober til 8. november er føroyska U15-landsliðið við dreingjum á ferð.
Leiðin gongur til Albania, har UEFA menningarkapping verður á skránni.
Umframt Føroyar og vertslandið, vera San Marino og Slovakia eisini við í kappingini.
Jógvan Martin Olsen er venjari hjá U15-dreingjunum, og saman við hjálparvenjaranum, Jens Eriki Rasmussen, hevur hann úttikið 18 spælarar til komandi avbjóðingar.
Hópurin
Rasmus Helgason, 07 Vestur
Rasmus Emil Poulsen, B36
Djóni Sivertsen, B36
David Høgnason, B36
Dánial T. Mørkøre, HB
Dávid Reynheim, HB
Ragnar Heinason, HB
Silas B. Joensen, HB
Rani Johannesen, HB
Páll Múller, KÍ
Rói Niclasen, KÍ
Tróndur Sjúrðason, NSÍ
Pauli Richardson, NSÍ
Eyðtór Eyðsteinsson Joensen, Royn
Jeffrey Dulavík Berg, Skála
Mathias Tryge Møberg, Viborg (Danmark)
Kristian Jacobsen, Víkingur
Jens Eiler Jacobsen, Víkingur
Dystaskráin
2. nov. Albania – Føroyar
4. nov. Føroyar – San Marino
7. nov. Slovakia – Føroyar
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald