Hondbóltur

Spennandi avbjóðingar fyri framman hjá A-landsliðnum

Føroysku kvinnurnar spæla í Svøríki hósdagin og taka ímóti Íslandi sunnudagin seinnapartin. Talan er um fyrstu dystirnar í hesari EM-undankappingini.

Turið Arge Samuelsen og hinar á føroyska liðnum hittust til fyrstu venjingina í gjár. Í morgin gongur leiðin til Svøríkis (Mynd: Sverri Egholm)

Turið Arge Samuelsen og hinar á føroyska liðnum hittust til fyrstu venjingina í gjár. Í morgin gongur leiðin til Svøríkis (Mynd: Sverri Egholm)

2023-10-10 09:31 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Liðið vandi saman í gjár, og dag eru fleiri fyrireikingar í ymiskum hallum. Í morgin gongur leiðin so til Uppsala í Svøríki. Tað er har, at fyrsti dysturin hjá føroysku kvinnunum í hesari EM-undankappingini er á skránni.

Talan er um eina stóra slíka. Svøríki hevur eitt ógvuliga sterkt lið, og í hesum dystinum eru stig ikki nakað veruleikakent fyri Føroyar.

Roknað verður við tættari dysti sunnudagin, tá Ísland vitjar í Høllini á Hálsi. Liðini hava fyri stuttum spælt rímiliga tættar venjingardystir.

Atgongumerki til dystin sunnudagin kunnu keypast her.

Talan er um eitt spennandi og samanlagt ungt føroyskt landslið, sum Claus Mogensen og Simon Olsen hava úttikið. EM-undandystirnar móti Svøríki og Íslandi, eru fyrstu uppgávurnar hjá donsku venjarunum.

Hópurin:

Málverjar:
Annika Fríðheim Petersen, Follo HK (NOR)
Rakul Wardum, Ringkøbing Håndbold (DEN)

Vengur:
Rannvá Olsen, VÍF
Turið Arge Samuelsen, Kyndil
Guðrið á Borg, H71
Brynhild Pálsdóttir, Ajax København (DEN)
Lív S. Poulsen, TMS Ringsted (DEN)

Strikur:
Brynja Høj, Neistin
Bjarta Osberg Johansen, Kyndil
Pernille Brandenborg, København Håndbold (DEN)

Bakkar:
Bjørk Franksdóttir Joensen, Neistin
Elsa Egholm, H71
Maria Pálsdóttir Nolsøe, Neistin
Súna Krossteig Hansen, Ajax København (DEN)
Jana Mittún, Viborg HK (DEN)
Natasja Hammer, StÍF

Dystirnir verða leiktir móti ávikavist Svøríki í Uppsala hósdagin 12. oktober klokkan 17.30, og móti Íslandi í Føroyum í Høllini á Hálsi sunnudagin 15. oktober kl. 15.00. Kringvarpið vísir báðar dystirnar. Luksemborg er fjórða liðið í bólkinum.

Kelda: HSF

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder