Tvær hálvfinalur verða í mandshondbólti í dag. Finalurnar eru avgerandi, tí øll liðini hava longu spælt tvær hálvfinalur í landskappingini.
Fyrsti dyrsturin verður í Hoyvíkshøllini klokkan 18.30, har H71 tekur ímóti VÍF. Fyrsti dysturin endaði við stórsigri til vestmenningar, sum vunnu 33-22. H71-liðið var í stórari upploysn tann dystin og bæði verjan og álopið riggaði als ikki. Hvørki Peter Krogh og Hilmar Leon Jakobsen spældu serliga nógv tann dystin, tí báðir eru hálvskaddir.
Men seinna dystin, sum var spældur í Hoyvík, vóru liðini meira jøvn. H71-verjan riggaði heilt væl til tíðir, og hóast Fillip Jojic megnaði at skora 8 mál, megnaði H71 í løtum at steðga honum frá at skjóta mál, samstundis sum Julian Olsen varð steðgaður, tá hann royndi at seta álopsspælið í gongd í seinna hálvleiki. Dysturin endaði 28-25 til H71, sum var omaná. Peter Krogh spældi eisini ein góðan verjudyst, hóast hann ikki var heilt klárur til dystin.
Í dag verður tað helst talan um ein javnan dyst, sum skal avgerast í verjuni. Tað kann eisini gerast avgerandi, um Mladen í VÍF málinum rakar dagin, tí hann kann steðga flestu skotroyndum, um hann hevur ein góðan dag. Tað ber illa til at siga, at nakar er favoritt til dystin. Tað kann eisini fáa stóran týdning, um Peter Krogh er klárur til dystin og um aðrir lyklaleikarar hjá báðum liðum annars raka dagin.
Eisini spennandi dystur millum Kyndil og Neistan
Í kvøld klokkan 20.30 spæla Neistin og Kyndil eisini hálvfinalu. Og inntensiteturin og spenningurin var øgiligur tá liðini spældu hálvfinaluni sunnudagin. Dysturin skuldi út í longda leiktíð, áðrenn úrlistið av dystinum var greitt.
Seinasta hálvfinalan gjørdist óguvliga spennandi (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
Dysturin endaði við 33-32 til Neistan. Men liðini fylgdust tann størsta partin av dystinum. Dysturin var merktir av góðum verjuspæli, serliga frá Kyndli, sum megnaði at halda Neistanum frá sterkum álopsspæli. Rasmus Søby hjá Neistanum varð eisini hildin frá spælinum í stórum pørtum av dystunum.
Í fyrra dystinum millum liðini bæði vann Kyndil meira greitt. Dysturin endaði 24-21, men Kyndil hevði størri leiðslu áðrenn síðstu løtuna, tá Neistin fekk pyntað um úrslitið.
Tað er eisini ringt at tosa um nakran greiðan favoritt í dystinum ímillum Neistan og Kyndil í kvøld. Neistin hevur ein breiðari hóp enn Kyndil, og tað kann gera mun, tá liðini spæla triðja finaludystin í kvøld. Fyri Kyndil er tað alt-avgerandi, at Hjalti Mohr Jacobsen rakar dagin og at verjan riggar væl. Um Rasmus Søby hjá Neistanum ikki verður steðgaður, verður tað tungt hjá Kyndil at vinna dystin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald