Hondbóltur

Spennandi kvøld fyri føroyskan hondbólt

Stutt eftir klokkan 18 verður greitt, hvørjum føroysku menninir skulu spæla ímóti í EM-bólkaspælinum. Til ber at fylgja við á Portalinum - Kringvarpið vísir lutakastið.

Vegna bólkasigurin eru Føroyar í næstovasta potti - styrkismettar sum nummar tólv í Evropa. Hetta kann geva greiðar fyrimunir til endaspælið í januar (Mynd: Sverri Egholm)

Vegna bólkasigurin eru Føroyar í næstovasta potti - styrkismettar sum nummar tólv í Evropa. Hetta kann geva greiðar fyrimunir til endaspælið í januar (Mynd: Sverri Egholm)

2025-05-15 12:51 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Annað EM-endaspæl á rað, aftur nógvir túsund føroyskir áskoðarar í væntu - hesaferð styrkismettir í bólki tvey heldur enn fjórða og niðasta bólki.

Styrkisbólkar til EM-lutakastið:

Pottur 1: Frakland, Danmark, Svøríki, Týskland, Ungarn, Slovenia

Pottur 2: Portugal, Noreg, Ísand, Kroatia, Spania, Føroyar

Potttur 3: Eysturríki, Niðurlond, Montenegro, Kekkia, Pólland, Norður Makedónia

Pottur 4: Georgia, Serbia, Sveis, Rumenia, Ukraina, Italia

Man kann ikki trekkja eitt lið úr egna styrkisbólki - talan er um eitt lið úr hvørjum av hinum pottunum/bólkunum

Sí eisini: Føroyar standa við góðum kortum

Fyrsta plássið í undanbólkinum kann geva føroysku monnunum góðan fyrimun í endaspælinum. Tað krevur tó at raka rætt í lutakastinum í kvøld.

Í viðtalu við Portalin í gjár, staðfesti málverjin og liðformaðurin Pauli Jacobsen, at man ikki beinleiðis hevur nakran dreymabólk ella marrubólk. 

Sí eisini: - Trúgva uppá at vit kunnu vinna á øllum 

Tað er tó helst eingin ivi um, at Pauli og teir helst vilja sleppa undan Fraklandi úr ovasta styrkisbólki - og kanska helst vilja hava Ukraina ella Georgia úr tí niðasta.

Tað verður í øllum førum áhugavert, tá yvir tjúgu flogfør hjá Atlantsflogi, umframt Norrøuna seta kós móti Oslo í januar. Stutt eftir klokkan 18 í kvøld verður greitt, hvørjum føroysku menninir skulu spæla ímóti í EM-bólkaspælinum.

Lutakastið verður í Herning, har finaluumfarið í endaspælinum eisini verður. Hini skandinavisku londini vera eisini vertslond - Føroyar skulu spæla sínari tríggjar bólkaspælsdystir í Noreg. Eydnast tað at enda í topp-tvey, so vera fýra dystir á skránni í meginumfarinum í Malmö 23. - 28. januar.

Til ber at fylgja lutakastinum í beinleiïs bloggi á Portalinum, sum kemur út nakað fyri lutakastið.

Kringvarpið vísir lutakastið frá klokkan 18 - til ber eisini at stroyma á EHF Home og Handball (Youtube), um ein ikki er staddur í Danmark. TV2 Play og Tv2 Sport vísa eisini lutakastið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder