Hondbóltur

Spennandi lutakast fyri H71 í dag

Hondbóltsfelagið í Hoyvík hevur meldað bæði mans- og kvinnuliðið til EHF Europa Cup í ár.

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2021-07-20 08:14 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Bæði kvinnuliðið og mansliðið hjá hondbóltsfelagnum H71 er við í pottinum, tá evropeiska hondbóltssamgongan í dag skipar fyri lutakasti um, hvussu fyrstu dystirnir í komandi EHF Europa Cup-kappingini skulu spælast.

Felagið í Hoyvík hevur gjørt av, at melda bæði liðini til evropeiskar dystir í ár. Felagið vann silvur í kappingini fyri menn. H71 tapti tríggjar av fýra finaludystum móti VÍF úr Vestmanna. Kvinnurnar hjá H71 taptu semifinalurnar móti StÍF av Strondum, sum gjørdust føroyameistarar í ár, men vunnu bronsudystin móti Kyndli.

Menninir hjá H71 royndu seg í evropeiskari kapping í fyrraárið, tá RK Maribor Branik úr Slovenia kom til Føroya at spæla báðar dystirnar. Tað eydnaðist H71 at vinna fyrra dystin.

- Hóast tað beinanvegin verður ein spurningur um fígging, so halda vit, at hetta er tað, sum skal til, um vit veruliga vilja menna felagið, føroyskan hondbólt og flyta okkum fram á leið. Vit hava eisini tann fyrimunin, at vit kunnu byggja á royndirnar frá 2019, tá ið tað eydnaðist øgiliga væl at hýsa báðum dystunum her, sigur Anna Dam, forkvinna í H71 við heimasíðuna hjá felagnum. 

[object Object]
Anna Dam, forkvinna í H71 (Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

- Tað er sera gevandi fyri spælararnar at fyrireika seg til og at spæla slíkar dystir, tí við hesum koma bæði kvinnurnar og menninir at hava nakað meira at venja fram ímóti longu um summarið, so vit vóna, at hetta kann verða ein gularót hjá øllum at fara eftir, sigur Anna Dam.

Lutakastið byrjar klokkan 10 fyrrapartin. H71 er eitt av 74 liðum hjá monnum og eitt av 57 liðum hjá kvinnum.  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder