Orsakað av 1. umfari í steypakappingini mikudagin og hósdagin spældi eingin í gjár. Fýra av teimum fimm dystunum í 1. umfari verða spældir í kvøld.
7. umfar í Betrideildini
Í kvøld, mánadagin 29. apríl
18.00:
07 Vestur - HB
B36 - ÍF
19.00:
Skála - B36
NSÍ - Víkingur
Týsdagin 30. apríl
18.00: EB/Streymur - KÍ
Støðan í Betri deildini hjá monnum
1. Víkingur 18 stig
2. HB 15 stig
3. KÍ 12 stig
4. NSÍ 12 stig
5. 07 Vestur 11 stig
6. B36 10 stig
7. EB/Streymur 4 stig
8. Skála ÍF 4 stig
9. B68 1 stig
10. ÍF 0 stig
Á pappírinum er minst spenningur um dystin í Gundadali, men tað er tó eitt ÍF-lið við nýggjum venjarapari, ið vitjar eitt kroyst B36.
Samstundis spæla 07 Vestur og HB í Sørvági. Heimaliðið kann gera hol í sjógvin í topp-fýra stríðnum, men úrslitini í steypakappingini hjá hesum liðunum í síðstu viku fóru heilt hvør sín veg: HB, ið bert hevur tapt fyri Víkingi í ár, koppaði KÍ í Klaksvík, men 07 Vestur tapti 5-0 fyri EB/Streymi hósdagin. HB skal eisini vinna fyri at fylgja við Vìkingi.
NSÍ er tað einasta liðið, sum ikki spældi í 1. umfari í steypakappingini. Hetta tí at tað var ólíka tal av liðum í kappingini, og lutakast sendi NSÍ beinleiðis víðari til 1/4-finalurnar. Harvið hava Jens Wedeborg og hansara menn havt góða tíð at fyrireika seg uppá Víking. Hetta er heilt sikkurt virðismikið, tí víkingarnir hava sæð knívskarpir út og hava framvegis fult stigatal. Nú kemur spennandi avbjóðing við Løkin.
B68 sendi ÍF út úr steypakappingini fyri fýra døgum síðani, men liðið hjá Jákupi á Borg hevur framvegis ikki vunnið í Betrideildini. Skála hevur ikki vunnið síðani 1. umfar (EB/Streymur á heimavølli), og nú kemur ein uppgerð, har bæði liðini veruliga síggja møguleikan fyri trimum stigum. Hon kann fáa stóra ávirkan á kappingini.
Til ber at fylgja gongdini í dystunum á portal.fo. Televarpið vísir eisini allar dystirnar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald