placeholder
Fótbóltur

Spennandi U21-hópur til uppgávuna í Klaksvík

16. juni taka Føroyar móti Andorra. Talan er um fyrsta dystin í nýggju EM-undankappingini, og Eyðun Klakstein kunngjørdi fyri løtu síðani hópin, sum hevur fimm útisetar, og spælarar ið gera vart við seg í Betrideildini.

Eyðun Klakstein hevði venjingarlegu í mars - nú skal dystur spælast (Mynd: Sverri Egholm)

Eyðun Klakstein hevði venjingarlegu í mars - nú skal dystur spælast (Mynd: Sverri Egholm)

2023-06-05 12:56 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Áðrenn Håkan Ericson kunngjørdi A-landsliðshópin til heimadystirnir móti Kekkia og Albania seinni í mánaðinum, fekk Eyðun Klakstein orðið.

Klaksvíkingurin varð í vetur settur sum nýggjur U21-landsliðsvenjari, og fyrsta dystaruppgávan hjá honum, hjálparvenjaranum Atla Gregersen og "nýggja liðnum" verður á heimavølli í Klaksvík móti Andorra.

Hetta verður 16. juni, dagin fyri A-landsliðið spælir á Tórsvølli móti Kekkia. Talan er um ein dyst, har Føroyar á pappírinum hava góðan møguleika at fáa stig, og liðið sær eisini spennandi út.

[object Object]
Noah Mneney í dystinum móti Serbia við Djúpumýru í 2021. Miðvallarin hevur verið í A-landsliðshópinum seinastu tvær ferðirnar (Mynd: Sverri Egholm)

Fimm spælarar royna seg til dagliga uttanfyri landoddarnar. Noah Mneney og Gullbrandur Øregaard í næstbestu norsku deildini - tann fyrrnevndi er hesaferð á U21 ístaðin fyri á A-landsliðnum - og hinir í Danmark. Heini Sørensen er tvey ár yngri enn teir elstu á U21-støði men hevur gjørt vart við seg í donskum ungdómsfótbólti í fleiri ár. Martin Agnarsson hevur verið skaðadarvaður í 2023, men Viborg-spælarin er nú tøkur, og miðverjin Elias Rusborg fekk í gjár sín fyrsta dyst fyri besta liðið hjá Hvidovre, sum næsta ár skal spæla í Superliguni.

Aðrir eru fastir í Betrideildini og fleiri millum profilarnir á sínum liðum. Spælarar sum eru føddir í 2000 og 2001 er nú ov gamlir til U21-landsliðið.

Hópurin:

Málverjar: 
Ari í Haraldstovu Petersen, 07 Vestur
Jóannes Davidsen, EB/Streymur

Verjuspælarar: 
Samuel Johansen Chukwudi, HB
Børge Petersen, KÍ
Signar á Brúnni, Víkingur
Mikkjal Hellisá, EB/Streymur
Elias Rusborg, Hvidovre IF (Danmark)
Martin Agnarsson, Viborg FF (Danmark)
Jákup Vilhelmsen, KÍ

Miðvallarar:
Noah Hans Mneney Bryne (Noreg)
Gullbrandur Øregaard, Sandnes Ulf (Noreg)
Heini Fossdalsá Sørensen FC Midtjylland (Danmark)
Aron Jarnskor Ellingsgaard, Víkingur
Jónas Warner, B68

Kantar og áleyparar:
Jens Erik Bruhn, TB
Áki Samuelsen, HB
Olaf Bárðarson, Víkingur
Jørgen Nielsen, B68
Gutti Dahl-Olsen, EB/Streymur
Poul Kallsberg, Víkingur

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder