Eftir landsliðsteðgin eru tey seinastu umførini í Betrideildini nú á skránni, og innanfyri næstu vikuna verður greitt, hvør fer avstað við føroyameistarheitinum 2019: Verður tað verandi í høvuðsstaðnum ella fer tað fyri fyrstu ferð í 20 ár til Klaksvíkar ? Í fjør var tað HB, ið eftir eitt framúr kappingarár lyfti steypið – í ár verða tað grannarnir úr Gundadali ella arvafíggindarnir norðanfyri, ið fara avstað við tí.
26. Umfar í Betrideildini
20. Oktober, kl.15
KÍ – NSÍ
Víkingur – B36
EB/Streymur – AB
HB – TB
ÍF – Skála
Støðan í Betri deildini eftir 25 umfør:
1.KÍ (60 stig)
2.B36 (60 stig)
3. NSÍ (54 stig)
4. Víkingur (48 stig)
5. HB (45 stig)
6. Skála (31 stig)
7. TB (19 stig)
8. EB/Streymur (18 stig)
9. AB (18 stig)
10. ÍF (6 stig)
KÍ hevur vunnið báðar dystirnar móti NSÍ í ár. 2-0 við Djúpumýru í 5. umfari og 1-0 við Løkin í útsetta dystinum í september, har KÍ harvið gjørdist fyrsti avbjóðari hjá B36. Klaksvíkingar hava framvegis alt í sínum hondum eftir 3-1 sigurin í Sarpugerði áðrenn landsliðssteðgin – talan var um sjeynda sigurin á rað hjá liðnum hjá Mikkjal Thomassen. Um KÍ megnar at basa NSÍ aftur í dag, so kann liðið standa seg við javnleiki í “finaluni” í Gundadali um eina viku. Hjá heimaliðinum verður Ísak Simonsen helst ikki við – annars er KÍ so at siga fullmannað. Hjá útliðinum eru Pól Jóhannus Justinussen og Oddur Højgaard ikki tøkir. NSÍ hevur næstan 100 prosent tryggjað sær 3. plássið – seks stig og 18 mál skilja NSÍ á seinasta evropeiska plássinum og Víking.
KÍ og NSÍ skulu stríðast um stigini í Klaksvík
Víkingur kemur heldur ikki út í Evropa komandi ár, men teir ljósabláu kunnu órógvað FM-stríðið hjá B36. Liðið hjá Jákup á Borg tapti tríggjar dystir á rað í seinnu hálvu av apríl – tann eini av teimum var í Sarpugerði. Hetta eru einastu dystirnir, ið B36 hevur tapt í ár. 18 dystir ósigraðir seinastu smáu fimm mánaðirnar hava gjørt, at B36 framvegis kann avgera sína egnu lagnu. Um B36, eins og 26. apríl, tapir í Norðragøtu, samstundis sum KÍ vinnur á NSÍ, so er FM so gott sum avgjørt. Um so er, skal B36 vinna við misnt fimm málum á KÍ í Gundadali leygardagin fyri at vinna FM. Tó kann B36 við einum betri úrsltii enn KÍ í dag fáa fyrimunin undan seinasta umfrinum. Á Ólavsøku koppaði tað til teir hvítkløddu, og Víkingur varð varpað úr FM-stríðnum stutt eftir summarsteðgin. Í dag mangla Heðin Hansen og Elias Lervig hjá heimaliðnum; teir hava leikbann.
B36 jagstrar umráðandi stig í Sarpugerði
Í hinum trimum dystunum er sum so einki at spæla fyri. AB, EB/Streymur og TB hava eitt 7. pláss at stríðast fyri, HB kann koma uppá 4. plássið, og Skála kann koma uppá tað hægsta stigatalið síðani uppflytingina í 2015. ÍF skal royna at pynta uppá stigatalvuna, men sigurin hjá fuglfirðingum í hesum vikuskiftinum kom í gjár, tá B36 vann 4-2 á 07 Vestur í 1.deild, har Jákup á Borg var millum málskjúttarnir. Harvið varð endaliga greitt, at eingin flytir upp, og harvið fer ÍF ikki niður.
Vit dagføra frá støðunum í øllum dystunum og hava myndir úr Klaksvík og úr Norðragøtu, har vit eisini taka samanum dystirnar og fáa viðmerkingar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald