Fýra dystir í 10. umfari í Betrideildini hjá monnum verða leiktir seinnapartin. Tann fyrsti í umfarinum og í hesum triðinginum var fríggjakvøldið við Margáir, har B36 vann 3-0 í einum dysti, sum til tíðir var sera lívligur.
10. umfar í Betrideildini:
Sunnudagin 28.08
(15.00): ÍF - TB
Skála - HB
Víkingur - KÍ
(17.15): AB - NSÍ
Fríggjadagin 26.06
EB/Streymur - B36 0-3 (0-1)
8' Magnus Holm Jacobsen 0-1
64' Eli Falkvard Nielsen 0-2
90' Árni Frederiksberg 0-3
Sí eisini: B36 greiddi sína skyldu við Margáir
Árni Frederiksberg: Vit hava gjørt okkara
Andras Olsen: Forbiðið súrt
Myndir frá dystinum
Støðan:
1. HB (22 stig)
2. B36 (22 stig)
3. NSÍ (20 stig)
4. KÍ (20 stig)
5. Víkingur (14 stig)
6. ÍF (13 stig)
7. EB/Streymur (7 stig)
9. TB (6 stig)
8. AB (4 stig)
10. Skála (1 stig)
Úrslitið ger, at B36 hevur lagt eitt ávíst trýst á liðini, sum liggja í ovaru hálvu. HB og NSÍ burdi tó ikki havt stórvegis trupulleikar við eisini at fáa trý stig í hesum umfarinum. NSÍ koppaði HB mánakvøldið við einum frálíkum avriki, og skal nú spæla á Argjum, har liðið so at siga altíð vinnur. HB-liðið sær heldur slitið út, men hevur víst høga góðsku í ár, og tað er toppur ímóti botni á Skála. NSÍ og HB hava fyrr í ár vunnið 3-0 á ávíkavist AB og Skála
(Petur Knudsen og NSÍ vóru omaná móti oddaliðnum Mynd: Sverri Egholm)
Tað endaði málleyst, tá ÍF og TB fyri 15 døgum síðani spældu við Stóra. Nú vitjar TB í Fløtugerði og skal vinna fyri at av álvara hanga í ÍF, sum hevur staðið seg væl ímóti liðunum niðanfyri seg. Ein tættur dystur er í væntu, men ÍF er favorittur.
Lukasz Cieslewicz var ein av teimum royndu leikarunum, ið byrjaði á bonkinum hjá Vìkingi seinast. Her í dystinum í Klaksvík í 7. umfari (Mynd: Sverri Egholm)
Um illa vil til hjá Víkingi, so fer liðið at hava níggju stig upp til 3/4 plássið og vera aftanfyri ÍF aftur, tá dystirnir í dag eru lidnir. Liðið hjá Eyðuni Klakstein hevði fleiri ungar menn inni frá byrjan seinast, tá trý stig komu til høldar við Margáir seint í dystinum. Nú er ein størri uppgáva á skránni: KÍ er ósigrað í átta dystum og vann 4-1 á Víkingi fyri 15 døgum síðani. Talan er sum oftast um inntensar dystir, tá "grannarnir" hittast, og nógv eru uppá spæl fyri bæði liðini í Sarpugerði í dag.
Vit hava myndir, dystarfrásøgn og gera samrøður í Sarpugerði. Til ber at fylgja gongdini í øllum dystunum á forsíðu okkara.
Fótbóltur
Spenningurin verður helst í Norðragøtu og í Fuglafirði
Víkingur hevur tørv á stigum fyri at nærkast KÍ og hinum liðunum omanfyri seg, og ÍF kann av álvara leggja sjógv ímillum seg og liðini í botninum. HB og NSÍ eru stórfavorittar.
KÍ og Vìkingur skulu stríðast um stigini í Sarpugerði. Seinast Kí tapti har var í 2013, og tá liðini spældu í Klaksvík 13. juni vann Kí 4-1 (Mynd: Sverri Egholm)
2020-06-28 11:52
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald