Seinnapartin gjørdist spanska fótbóltslandsliðið hjá kvinnum heimsmeistari, tá kvinnurnar vunnu 1-0 á Onglandi frammanfyri 75.000 áskoðarum í avstralska býnum Sydney.
Tað var Olga Carmona Garcia, sum skoraði einsamalla málið í dystinum í 29. minutti, og megnaði Ongland ongantíð veruliga at leggja trýst á Spania, sum tó var nær við at økja um leiðsluna, tá Jennifer Hermoso brendi eitt straffi í 66. minutti.
Talan er um ein søguligan sigur, tí hetta er fyrstu ferð, at Spania vinnur HM í fótbólti hjá kvinnum. USA hevur vunnið seinastu tvær HM-kappingarnar, og hvørki sponsku ella ensku kvinnurnar høvdu nakrantíð verið í einari HM-fótbóltsfinalu. Bæði londini hava tó vunnið HM í mansfótbólti.
Spania er nú eitt av tveimum londum, sum hevur vunnið HM í fótbólti bæði hjá kvinnum og monnum. Higartil hevur Týskland verið einasta landið, ið hevur megnað hetta.
HM-finala
Sydney, 20. august
Spania - Ongland 1-0 (1-0)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald