Fýra dystir eru á skránni í 1. Deild í dag. Tann fyrsti dysturin, ið var ímillum B36 og 07 Vestur, er longu spældur. Tað var ein dystur ið hevði stóran týdning fyri bæði liðini.
07 Vestur skuldi fáa fulla úrtøku teir báðar síðstu dystirnar fyri at hava nakran møguleika at flyta upp í Betri-deildina, meðan B36 stríðist fyri at yvirliva í 1. deild.
Tað byrjaði gott fyri 07 Vestur, ið var á odda 0-2 longu eftir 17 minuttir, við málum frá Emil Mikkelsen og Sølva Egilsson. Men B36 vendi øllum á høvdi, og gjørdi eitt flott “comeback”, við at vinna dystin 4-2. Hjá B36 skutu Rani Berg í Soylu og Jákup á Borg hvør sítt mál, meðan Jóhann Joensen skeyt tvey mál. Harvið er tað endaliga staðfest, at 07 Vestur ikki flytur upp.
Við sigrinum leggur B36 trýst á HB og Skála í botnstríðnum. Skála spælir í løtuni ímóti NSÍ á Skála, meðan HB tekur ímóti Víkingi klokkan 17.30
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald