Fótbóltur

Staðfest: FM-finala verður í Gundadali leygardagin

B36 og KÍ vunnu teprar sigrar, og nú er lagt upp til risastórt brak um gullið.

Páll Klettskarð skoraði tvey mál fyri KÍ í 3-2 sigrinum á NSÍ við Djúpumýru (Mynd: Sverri Egholm)

Páll Klettskarð skoraði tvey mál fyri KÍ í 3-2 sigrinum á NSÍ við Djúpumýru (Mynd: Sverri Egholm)

2019-10-20 16:59 Author image
Agnar Prestá
placeholder

B36 skoraði tíðliga í Sarpugerði og helt fast. Við Djúpumýru kom NSÍ á odda, síðani var KÍ greitt omaná í ein tíma, áðrenn NSÍ fekk spenning í seinastu minuttirnar. KÍ fekk tó trý stig og hevur framvegis fyrimunin í FM-stríðnum. Klaksvíkingar kunnu tryggja sær FM við einum javnleiki móti B36 í FM-finaluni leygardagin.

Her eitt yvirlit - meira seinni

26. og næstseinasta umfar í Betrideildini
20. oktober

KÍ – NSÍ 3-2 (2-1)
31’ Øssur Dalbúð 0-1
35’ Patrik Johannesen 1-1
38’ Páll Andrasson Klettskarð 2-1
70’ Páll Andrasson Klettskarð 3-1
88' Andri Benjaminsen 3-2

B36 - Víkingur 1-0 (1-0)
10' Lukasz Cieslewicz 1-0

HB – TB 3-0 (2-0)
28’ Sebastian Pingel 1-0
40’ Pætur Joenson Petersen 2-0
90’ Pætur Joenson Petersen 3-0

EB/Streymur – AB 1-2  (1-1)
34’ Sørin Nygaard Samuelsen 0-1
40’ Arnbjørn Hansen 1-1
58’ Lukas Giessing Greena 1-2

ÍF – Skála 1-3 (0-0)
51’ Haraldur Reinert Højgaard 0-1 (br.)
70’ Ronni Møller Iversen 0-2
82’ Ronni Møller Iversen 0-3
85’ Gundur Ellingsgaard Petersen 1-3

Støðan í Betri deildini eftir 25 umfør:
1.KÍ (63 stig)
2.B36 (63 stig)
3. NSÍ (54 stig) 
4. HB (48 stig) 
5. Víkingur (48 stig) 
6. Skála (34 stig) 
7. AB (21 stig) 
8. TB (19 stig) 
9. EB/Streymur (18 stig)
10. ÍF (6 stig) 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder