Fótbóltur

Stefan Radosavljevic vendir aftur til HB

Samstarvið við Víkingi endaði í síðstu viku, og sambært okkara upplýsingum, og teimum hjá bolt.fo, skrivar 25-ára gamli tvøramaðurin undir við HB í dag.

2026-03-11 13:47 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hann var í Vikingi í fjør, har tað ikki hilnaðist so væl, og stutt fyri 1. umfar í síðstu viku slitnaði samstarvið millum Stefan Radosavljevic og Víking.

Portalurin var tann fyrsti at bera hesi tíðindini seinnapartin leygardagin - les meira um tað her: Stefan Radosavljevic er ikki longur í Víkingi.

Tá skrivaðu vit, at góður møguleiki var fyri, at miðvallarin fer til annað føroyskt felag. Og síðani hevur tað ljóðað, at tvøramaðurin hevur vant við HB.

Heimasíðan bolt.fo hevur í dag skriva, at Stefan Radosavljevic eftir øllum at døma er føroyski spælarin, sum HB í kvøld fer at kunngera.

Portalurin kann nú vátta, at soleiðis verður. 

Stefan Radosavljevic spældi í 2021 og 2022 við HB. Síðani hevur hann eisini verið í bestu írsku deildini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder