Fótbóltur

Stefan skoraði langskot í Sligo-sigri

Stefan Radosavljevic kom inn og gjørdi bart, tá Sligo Rovers lyfti seg upp eftir stigatalvuni. Frálíka málið hjá føroyska landsliðsspælaranum sæst her.

Tvøramaðurin, ið her hevur skorað fyri A-landsliðið, hevur nú skotið tvey mál í bestu írsku deildini (Mynd: Sverri Egholm)

Tvøramaðurin, ið her hevur skorað fyri A-landsliðið, hevur nú skotið tvey mál í bestu írsku deildini (Mynd: Sverri Egholm)

2023-07-01 08:12 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Sligo Rovers vann í gjárkvøldið 3-1, tá Bohemians vitjaði. Gestirnir liggja nakað omanfyri á stigatalvuni, gongdin hjá Sligo hevur verið so sum so í seinastuni, men teir í reyðum gjørdu bart.

Tað var 2-0 til heimaliðið í steðginum. Stefan Radosavljevic spældi allan seinna hálvleik, og tólv minuttir eftir at hann var skiftur inn, sló tvørmaðurin til.

Hann fekk bóltin beint yvir 25 metrar frá málinum, eitt lítið sindur til høgru. Ein nerting við høgra beininum, ið Stefan síðani svingaði. Landsliðsmiðvallarin rakti bóltin ógvuliga væl við vristini, og hann fór súsandi uppum málverjan. 

Málið sæst frá 2.35 her - talan var um gott uppspæl áðrenn harða og vakra skotið hjá Stefani: 

Sjónband: Sligo Rovers

Heimaliðið fekk ein mann riknan av vølli løtu seinni og lat eisini eitt mál inn móti endanum, men Stefan Radosavljevic og liðfelagarnir fingu trý mál og trý týdningarmikil stig.

Fyri viku síðani tapti liðið móti botnproppinum UC Dublin. Nú er Sligo Rovers á 7. plássi við 26 stigum - fýra stig eru niður til 9. plássi, sum ber við sær upp- og niðurflytingardyst um rættin at spæla í bestu írsku deildini. 

Stefan Radosavljevic hevur nú skorað tvey mál fyri Sligo. Hann hevur spælt í so at siga øllum dystunum í kappingarárinum. Næsta fríggjakvøld spælir liðið hjá Stefani í Derry. Júst Derry City skal spæla móti HB í Conference League 13. og 20. juli.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder