Sligo Rovers vitjaði í Drogheda, nakað norðanfyri Dublin í gjárkvøldið, í týðandi dysti fyri at sleppa burtur frá niðurflytingarstrikuni í bestu írsku deildini. Nummar 9 skal spæla um niðurflyting, og Drogheda liggur á 8. plássi, meðan Sligo er á 7. plássi.
Hendan støðan er óbroytt eftir dystin í gjár, og Sligo hevur heldur ikki slitið seg meira leyst. Tað sá annars heilt gott út hjá Stefani Radosavljevic og liðfeløgunum, og hetta var millum annað tí, at Stefan skoraði í 24. minutti. Hann var fyrstur á returbólti, og við vinstra beininum smekkaði Stefan Radosavljevic bóltin í Drogheda-málið, umvegis verjuspælara á strikuni ið royndi at rudda burtur.
Sí málið, umframt brot frá dystinum, ovast í greinini (frá 0.30 í sjónbandinum)
Fyrsta málið í dystinum var mál nummar fýra hjá 22-ára gamla tvøramanninum fyri Sligo Rovers. Landsliðsmiðvallarin hevur spælt 23 av teimum 25 landskappingardystinum í ár.
Mynd: Sligo Rovers
Eftir sjálvmál, har Stefan var nær við at fáa høvdið á frísparksinnleggið, gjørdist støðan 0-2 í 59. minutti. Tíggju minuttir seinni minkaði heimaliðið um munin, fýra minuttir seinni varð Stefan Radosavljevic skiftur út, og í 78. minutti var aftur galið í verjuni hjá Sligo.
Tað endaði 2-2, og harvið hevur Sligo framvegis eitt stig niður til Drogheda og nú sjey stig niður til Cork City á 9. níggjunda plássi. Næsta uppgáva hjá Stefani og liðfeløgunum er St. Patricks á heimavølli fríggjakvøldið 4. august. St. Patricks er á 2. plássi í bestu írsku deildini.
Fótbóltur
Stefan skoraði sítt fjórða mál fyri Sligo
(Málið sæst her) Landsliðsmiðvallarin legði lið sítt á odda móti Drogheda. Tað bleiv eisini 2-0, men tað endaði við javnleiki í gjárkvøldið.
2023-07-29 16:55
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald