Fyrri hálvleikur var javnur, har bæði liðini høvdu góðar støður, og føroyska liðið - har seks broytingar vóru í byrjanaruppstillingini - vísti seg frá einari betri síðu enn í Kekkia mikukvøldið.
Teir nýggju menninnir, Andrias Edmundsson og Noah Mneney, stóðu sterkir í myndini í serliga fysiska partinum, og eisini Mattias Lamhauge í málinum og Pætur Petersen, ið áður bert hava spælt ein landsdyst hvør, vóru eisini árvaknir/ágangandi.
Í seinna hálveiki runnu okkara meira aftaná, og tað var eftir stutt hornaspark, at Kosovo í 63. minutti skoraði til 1-0. Talan var um eitt frálíkt skot av brotsteigarmarkinum til vinstru, men okkoara vóru ikki nóg árvaknir, og Bislimi fekk ov gott pláss at leggja bóltin til rættis.
Føroyar høvdu lítið frameftir eftir steðgin, men eftir eitt Kosovo-hornaspark varð bólturin ruddaður. Stefan Radosvljevic var á miðjuni saman við Kosovo-verjuleikara, ið fór skeivur av bóltinum, Stefan var snildari, helt honum burtur, og 22-ára gamli miðvallarin lyfti bóltin hegnisliga bóltin uppum málverjan, ið kom út.
Tað endaði 1-1 í Pristina og harvið eitt virðiligt punktum fyri landsliðsárið 2022.
Noah Mneney spældi ein góðan dyst á sentrala miðvøllinum
Lobb...
Fyrsta málið er veruleiki...
Og stórur føroyskur fagnaður (Myndir: Sverri Egholm)
Venjingardystur
Fadil Vokrri Stadium, Pristina - 19. november 2022
Kosovo - Føroyar 1-1 (0-0)
64' Uran Bislimi 1-0
77' Stefan Radosavljevic 1-1
Føroyar (4-4-2): Mattias Heðinsson Lamhauge – Gilli Rólantsson Sørensen, Andrias Edmundsson, Gunnar Vatnhamar, Viljormur Davidsen – Sølvi Vatnhamar, Noah Mnenéy, René Shaki Joensen, Meinhard Egilsson Olsen – Pætur Joensson Petersen, Patrik Johannesen.
Hesir komu inn í 2. hálvleiki: Samuel Johansen Chukwudi, Kaj Leo í Bartalsstovu, Jann Julin Benjaminsen, Klæmint Andrasson Olsen, Martin Agnarsson og Stefan Radosavljevic
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald