Ein dómur hjá norska fótbóltssambandinum frá februar er komin í ljósmála, har høvuðspersónurin er ein persónur, sum var høvuðsvenjari í Betrideildini hjá monnum fyrr í ár. Málið snýr seg um ólógliga vedding og fótbóltsdystir.
Talan er um Steffen Landro, sum er dømdur fyri at í heili 118 førum hava sett pening á dystir, har lið, sum hann hevur verið venjari hjá, hevur spælt.
Yvir 100 prógvað dømi - einki er úr Føroyum
Sambært Bergensavisen, ið er torført at lesa í Føroyum, hevur venjarin tippað dystir í tíðarskeiðinum frá januar 2019 til juni 2023 - uttan longri steðg. Hetta meðan Steffen Landro var høvuðsvenjari hjá Sandnes Ulf og Ull/Kisa í næstbestu norsku deildini.
Tað vil siga, at her er einki - sum er prógvað í øllum førum - frá tíðini í Føroyum ella frá tíðini í Nest-Sodra (í árunum upp til 2019). 07 Vestur setti Landro í starv í vetur, men varð norðmaðurin uppsagdur síðst í juni. Høvuðsorsøkin var, at hann ikki arbeiddi eftir tí leistinum, sum 07 Vestur vildi.
Sí eisini: Steffen Landro og 07 Vestur fara hvør til sítt
Hetta vil eisini siga, at Steffen Landro varð dømdur fyri ólóliga vedding, meðan hann var í venjarasessinum í Vágum. Dómur hjá "Norges fotballforbunds (NFF) doms- og sanksjonsutvalg" fall í februar 2024. Hann hevði tó ikki fingið nakran dóm áðrenn setanina, og leikbannið er bert galdandi í Noreg. Tað framgongur einki, um nøkur boð komu til føroyska felagið um serligu støðuna.
BA skrivar, at norska fótbóltssambandið hevur eina fyrningarfreist, so alt áðrenn 2019 ber ikki til at fara eftir. Sum nevnt eru tað 118 dømir innan fýra og eitt hálvt ár, sum dómsnevndin hjá NFF metti, at haldgóð prógv vóru fyri.
Talan er um ógvuliga álvarsamt brot innan ítrótt: At seta pening á lið, sum man sjálvur er íblandaður í - sjálvt um man "setir pening á seg sjálvan". Og tað er tað, sum Landro eftir øllum at døma hevur gjørt: Tippa egið lið. Fyri hetta brotið fekk Steffen Landro eina revsing, sum er galdandi í Noreg alt 2024. Hann kann ikki virka sum venjari undir NFF fyribils.
- Tað var kanska familjan og vinfólk
Bergensavisen skrivar, at man hevur spurt Steffen Landro um viðmerkingar, men dømdi venjarin hevur ikki svarað. Norski miðilin hevur eisini biðið um innlit í, hvørjar dystir Landro er dømdur fyri at hava ólógliga sett pening á. Hetta var ikki gingið á møti. Tó varð meira ella minni váttað, at talan ikki var um veddingar ímóti egnum liði.
Tað framgongur, at tað var í juni í fjør, at NFF fekk eini boð frá varskógvarum um, at Landro hevði spælt uppá egið lið við at nýta fleiri kontur hjá útlendskum veddingarfyritøkum. "Lotteritilsynet" kom síðani inn í málið og fór at kanna.
Steffen Landro noktar seg sekan. Í sínari frágreiðing fyri dómsnevndini hjá NFF greiddi hann frá, at vinfólk og familja við atgongd við hansara veddingarkontur møguliga hava framt tær 118 veddingarnar. Hann kundi ikki avnokta, at onnur fólk høvdu atgongd.
Í dóminum verður tó sligið fast, at trúvirðið í hesum er lítið, tí at Lotteritilsynet hevur verið í gongd við IP-adressur og annað. Víst verður eisini á, at tað er ósannlíkt, at onnur møguliga gjørdu hetta yvir fýra og eitt hálvt ár við kontum hjá venjaranum sjálvum.
Bergenavisen slær fast, at man millum annað nevnir Steffen Landro við navnið, av tí at hann er eitt rímiliga kent navn í økinum og yvir fótbóltsnoreg, at hann er dømdur hjá NFF fyri at hava gjørt nakað galið sum venjari. Eisini er tað fyri ikki at hava gitingar úti um, hvør "tipparin" er.
Landro hevur verið uttan starv síðani uppsøgnina í Føroyum. Hann kann sum nevnt ikki veruliga arbeiða við fótbólti í Noreg, tað sum eftir av 2024.
Høvuðskelda: Bergensavisen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald