2023-10-21 22:31
22-ára gamli áleyparin Steffan Abrahamson Løkin hevur í dag skrivað undir ein nýggjan tvey ára sáttmála við barndómsfelagið.
Hesum boðar NSÍ frá í dag.
Steffan Abrahamson Løkin hevur eftirhondini drúgvar royndir, hóast sín unga aldur. Hann hevur spælt 23 dystir fyri okkara ungdómslandslið. Hann hevur leikt 86 dystir í bestu deildini, og um vit telja 1. deild og løgmanssteypið við, so hevur hann spælt heili 159 dystir, har hann hevur skorað ikki minni enn 67 mál.
NSÍ hevur í ár spælt í næstbestu deildini, men flytir næsta ár uppaftur í best deildina at spæla.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald