Tað stendur á jøvnum undan teimum báðum hálvfinalunum í kappingini um løgmanssteypið, sum verða leiktar í kvøld.
07 Vestur er á vitjan hjá KÍ við Djúpumýru og í Havn er HB vertur, tá Víkingur kemur eftir øllum á Tórsvølli.
Óvæntað eydnaðist tað 07 Vestur at fáa javnleik í góðveðrinum í Sørvági mikukvøldið 7. september. Síðani eru klaksvíkingar vorðnir meistarar, og seta nú alt inn eftir greipuni.
(Mynd: Sverri Egholm)
Spenningur er, og vágafólk fara uttan iva fjølment norð at stuðla sínum liði í tí, sum kann gerast søga fyri felagið.
Í fyrru hálvfinaluni milum Víking og HB manglaði heldur ikki dramatikkur. Í tveimum førum legði Víkingur seg á odda, men HB megnaði at koma aftur í aftur, og dysturin endaði 2-2.
Bæði liðini koma frá einum ivasamum umfari í landskappingini. Víkingur leikti 0-0 móti B36 í Gundadali og HB tapti 2-1 móti B68 á Tórsvølli.
Seinna hálvfinalan millum KÍ og 07 Vestur byrjar klokkan 18:30. Hin hálvfinalan byrjar klokkan 19 og er millum HB og Víking.
(Mynd: Sverri Egholm)
Stroyming.com sendir dystirnar. Atgongd til annan dystin kann keypast fyri 75 krónur meðan báðir dystirnir kunnu keypast fyri 133 krónur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald