Fótbóltur

Sterling og Gomez í hornatøkum – Sterling vrakaður til landsliðið

Ein tilburður á venjingarleguni hjá enska landsliðnum orsøk til at Raheem Sterling ikki er við móti Montenegro hóskvøldið.

Joe Gomes og Raheem Sterling í dystinum millum Liverpool og Manchester City sunnudagin. Liverpool vann 3-1 (Mynd: EPA)

Joe Gomes og Raheem Sterling í dystinum millum Liverpool og Manchester City sunnudagin. Liverpool vann 3-1 (Mynd: EPA)

2019-11-12 14:24 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað var rættiliga vánaligur stemningur millum teir báðar, Raheem Sterling og Joe Gomez, tá enska landsliðið í gjár hittist til vejing undan komandi EM-undandystunum móti Montenegro heima og Kosovo úti.

Kantspælarin Raheem Sterling er tí vrakaður til dystin móti Montenegro hóskvøldið.

Tað upplýsti enska fótbóltssambandið, FA, í gjárkvøldið.

- FA váttar, at Raheem Sterling ikki verður við í dystinum hósdagin. Hetta orsaka av tilburði, sum fór fram á privata økinum hjá liðnum á St. George’s Park (venjingarmiðstøðin hjá FA, red.). Sterling er tó framvegis ein partur av liðnum, skrivar FA í tíðindaskrivi.

- Ein av okkara styrkjum er, at vit hava verið før fyri at halda tvídráttir millum feløgini burtur frá landsliðnum. Tíverri sótu kenslurnar frá dystunum sunnudagin framvegis uttan á troyggjunum, stóð eisini í skrivinum.

Raheem Sterling hevur sjálvur sagt, at kenslurnar tóku ræði á honum, men at hann og Joe Gomez nú eru komnir víðari.

- Vit hava tosa um tilburðin. Vit eru í eini ítrótt við nógvum kenslum, og eg má viðganga, at kenslurnar tóku vald á mær, skrivar Sterling á Instagram.

Liverpool fór frá City
Sunnu dagin taptu Raheem Sterling og liðfelagar hansara í Manchester City 1-3 móti Liverpool í Premier League. Hetta hevur við sær, at Liverpool nú liggur níggju stig framman fyri City, sum er nummar tvey í kappingini.

Undir dystinum var ein samanbrestur millum Sterling og verjuleikaran hjá Liverpool, Joe Gomez.

Sterling, ið er fyrrverandi Liverpool-leikari, kom upp at toppast við Gomez aftur, tá landsliðið hittist í gjár.

"Tú heldur, at tú ert tann stóri nú?"
Skysports hevur snoddað seg fram til hvat tað var, sum hendi á St. George’s Park venjingarstøðini í gjár.

Gomez var komin fram nakað undan, og stóð og skemtaðist saman við nøkrum landsliðsfeløgum, tá Sterling kom um middagsleitið. ”So tú heldur, at tú ert tann stóri nú?” skal Sterling hava sagt, og ætlaði at taka fatur í Gomez, men liðfelagarnir, sum fyrst hildu at hann skemtaði, hildu honum aftur.

Aftaná skal Jordan Henderson, liðskipari í Liverpool, hava roynt at mekla við at tosa við báðar í telefon.

Ein lítlan hálvan tíma eftir hendingina skal Sterling hava biðið Gomez um umbering, og hann hevur eisini biðið Gareth Southgate um umbering. Gomez skal eisini hava biðið landsliðsvenjaran um ikki at revsa Sterling fyri tilburðin.

Southgate hevur kortini tikið Sterling av liðnum, sum skal spæla hóskvøldið, men ikki koyrt hann úr hópinum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder