Í kvøld verður greitt hvat annað liðið í finaluni um Løgmanssteypið verður.
B68 vann fyrru hálvfinaluna 3-0. Nú, beint yvir tveir mánaðir seinni, skal liðið hjá Jákupi á Borg royna at gera arbeiðið liðugt og koma í fyrstu steypafinalu felagsins síðani 1995.
B68 er nú í betri støðu í botnstríðnum, og eitt steypafinalupláss hevði helst givið uppaftur meira lív. Eitt evropeiskt pláss hevði avgjørt hjálpt fíggjarliga sperda felagnum, men arbeiðið skal gerast móti EB/Streymi.
Sigfríður Clementsen hevur staðið í mangari steypafinalu. Tað hevur EB/Streymur eisini, og nú liðið næstan hevur skrætt seg heilt leyst úr botnstríðnum, snýr tað seg um at venda hesari uppgerðini.
EB/Streymur hevur skorað nógv í seinastuni og skal vinna stórt á Svangaskarði í kvøld. Fyrsta bríksl verður klokkan 17 í seinnu hálvfinaluni á Svangaskarði.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald