Annað

Steypafinalurnar hjá teimum yngru spældar á Sandi um vikuskifti

Samanlagt ellivu finalur skulu spælast í " best egnaðu flogbóltshøllini í landinum í løtuni" - ellivu flogbóltsfeløg eru umboðaði.

Spælt verður leygardagin 8. februar og sunnudagin 9. februar

Spælt verður leygardagin 8. februar og sunnudagin 9. februar

2025-02-06 18:59 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Skjótt skulu steypavinnararnir í BÓNUSkappingini fyri yngri flogbóltslið finnast. Tær verða alar spældar í høllini inni í Dal á Sandi.

Flogbóltssamband Føroya skrivar á heimasíðu sínari, at nú áðrenn høllin við Tjarnir letur upp, er høllin á Sandi best egnaða flogbóltshøllin í landinum. Taraflex gólvi verður lagt á.

Samanlagt ellivu finalur verða á tí leygardagin 8. februar og sunnudagin 9. februar.

[object Object][object Object][object Object]

[object Object]
Myndir: Flogbóltssamband Føroya

Feløgini, sum verða umboðaði í finalunum fyri yngru leikarar eru TB, SÍ, ÍF, Mjølnir, Ternan og Fleyr.

- Hetta er ein stórur dagur fyri okkara ungu flogbóltsleikarar og vóna vit, at nógv viðhaldsfólk koma at stuðla leikarunum á teirra stóra degi, skrivar FBF.

Atgongumerki kunnu keypast við dyrnar. Sum vant verða allir dystirnir stroymdir.

Yvirlit yvir finalurnar: 

Leygardagur 8. februar 2025
Klokkan 10.00 Gentur 12
SÍ-TB

Klokkan 11.15 Dreingir 12
ÍF-TB

Klokkan 12.30 Gentur 14B
TB b-Mjølnir/Fleyr

Klokkan 14.00 Gentur 14A
TB a-SÍ

Klokkan 15.30 Gentur 19
Mjølnir-Fleyr

Klokkan 17.00 Gentur 16B
Ternan-Fleyr

Klokkan 18.30 Mansunglingar
SÍ-Mjølnir/Ternan

Klokkan 20.00 Kvinnuunglingar
Mjølnir-SÍ


Sunnudagur 9. februar 2025
Klokkan 13.00 Dreingir 14
Ternan-ÍF

Klokkan 14.30 Dreingir 17
SÍ-ÍF

Kl. 16.00 Gentur 16A
Mjølnir-SÍ

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder