Landskappingarfótbóltur verður lagdur til síðis, nú Løgmanssteypið skal í gongd. Talan er um áttandapartsfinalurnar, ið verða spældar tveir teir næstu dagarnar. Tað eru tó bert sjey dystir, tí Royn og MB ikki eru við.
FC Suðuroy - TB (24. apríl 17:30)
B71 - AB (24. apríl 17:30)
FC Hoyvík - Víkingur (24. apríl 17:30)
KÍ - HB (24. apríl 18:30)
B68 - ÍF (25. apríl 15:00)
EB/Streymur - 07 Vestur (25. apríl 17:30)
B36 - Skála (25. apríl 19:00)
Yvirlit: fsf.fo
Av tí at tað er eitt ólíka tal av liðum (15), var lutakast um, hvat lið slapp beinleiðis víðari til fjórðingsfinalurnar. Hetta varð NSÍ, sum nú í friði kann fyrireika seg til Betrideildardystin móti Víkingi, sum verður mánakvøldið í Runavík.
Júst Víkingur er partur av einastu uppgerðini millum lið úr hvør sínari deild. Oddaliðið í Betrideildini vitjar í Hoyvík í morgin. Tvær spennandi uppgerðir millum lið úr 1. deild, sum vilja í 1/4-finalurnar, byrja samstundis. Klokkan 18.30 verður brak í Klaksvík millum KÍ og HB.
Hósdagin, flaggdagin, spæla lið í Betrideildini. Eingin dystur er samstundis - spennandi verður eisini hvussu nógva orku hesi ymisku leggja í steypakappingina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald